Hópsigling av Eiði til Havnar í dag

-

Í sambandi við at tað eru 20 ár síðani, at Róðrarsamband Føroya varð stovnað, verður ein hópsigling fyriskipað, har bæði róðrarbátar, seglbátar og maskinbátar koma at luttaka. Lagt verður frá landi av Eiði fríggjakvøldið 4. august kl.19. Ætlanin er at verða í Hósvík umleið kl. 23.30, har okkurt verður at fáa til matna, somuleiðis sum skipað verður fyri dansi í bygdarhúsinum, har Bjørn Djurhuus Band kemur at spæla. Bátarnir leggja frá landi aftur úr Hósvík leygarmorgunin kl. 11, og komið verður til Havnar umleið kl.15. Áðrenn siglt verður inn á Havnarvág, verður bátafylgið bólka upp, soleiðis at bátarnir koma inn í skipaðari raðfylgju. Harmoni orkestrið GHM fer at spæla í Vágsbotni, tá ið bátarnir koma til bryggju.

Í Havn fyriskipa róðrarfeløgini Knørrur og Argja Róðrarfelag fyri ymiskum tiltøkum so sum rógving fyri børn, har verður hoppiborg, søla av pylsum v.m. Um kvøldið verður túnadansur í teltinum, sum verður uppsett á Skálatrøð, har Bjørn Djurhuus Band fer at spæla til dans.

69 bátar hava boðað frá luttøku við tilsamans 390 fólkum umborð.jans at menna ein sunnan moral enn børn, har foreldur tala í boðshátti og dialogurin er einsrættaður.

Í síðsta enda er tað helst júst tað, rapp-tónleikurin snýr seg um. Røddir ongin hoyrdi, fyrr enn trummubeatið bankaði boðskapin inn í hvønn krók.


Eminem er mest seljandi rapp-tónleikarin í hesum døgum. Samstundis, sum hann selir fleiri milliónir fløgur, verður spældur non-stop á MTV og liggur ovarliga á 15 Teimum Bestu, so verður frá fleiri síðum eisini harðliga funnist at hansara tekstum, ið eitt nú leggja eftir samkyndum.