Hóps framførdi við modernaðum hip-hop dansi á lítla pallinum, og tað sluppu tær sera væl frá. Koreografiin var uttan iva uppá pláss, og taktin varð hildin gjøgnum alla framførsluna.
Tað, sum rystast kundi, varð ryst, og tað, sum sleingjast kundi, varð slongt.
Ein frálík dansiframførsla. Tó er at siga, at prikkurin yvir i’num manglaði. Sjálva framførslan var fín, og genturnar vóru eggjandi og væl smurdar. Men einki veruligt tema sást á búnunum hjá teimum, burtursæð frá at næstan allar høvdu leysar, gráar buksur.
Men tó var hetta ein dansiframførsla, og dansurin varð undir øllum umstøðum sera væl úr hondum greiddur.