Hópoyðingarvápn funnin í Libya

Arabiska sjónvarpsstøðin Al Arabiya endurgevur fyribilsforsætisráðharran í Libya, Mahmoud Jibril, fyri at hava sagt, at bæði eiturvápn og kjarnorkuvápn eru funnin í Libya, og at altjóða eftirlitsmenn skulu hyggja at teimum. Al Arabiya sigur, at altjóða kjarnorkustovnurin fer at koma við fleiri upplýsingum um kjarnorkuvápnini.

Tíðindastovan AP sigur frá Mahmoud Jibril, at tað nýggja stýrið í Libya hevur ongan áhuga í at hava hópoyðingarvápn, og at tey tí verða latin altjóða myndugleikum.

Í 2003 gjørdi Muammar Gaddafi avtalu við Bretland og USA um, at Libya skuldi sleppa sínum kjarnorkuætlanum og beina fyri fleiri túsund eiturvápnum.