Hópmorð skal kannast

ST hevur gjørt av at kanna skuldsetingar um, at ugandiskir hermenn vóru uppi í einum hópmorði, tá 467 óvápnað fólk vórðu tikin av døgum har eysturi í Kongo 24. og 25. februar.
Ein uppreistrarfelagsskapur í Kongo vil vera við, at ugandiskir hermenn tóku lut í hópmorðinum, sum var í einum landsparti tætt við ugandiska markið. Herfyri lovaðu grannalondini hjá Kongo at taka sínar hermenn úr landinum, men ST sigur, at hermenn úr Uganda og Rwanda eru framvegis í Kongo.
Borgarakríggj hevur verið í Kongo seinastu fýra árini, og hildið verður, at kríggið hevur kostað meiri enn tvær milliónir mannalív. Í fjør eydnaðist tað at fáa partarnar at góðtaka ein friðarsáttmála, men bardagarnir hava hildið fram kortini.