Høpisleys týning av grágás

– ein image trupulleiki fyri Føroyar sum “unspoiled” náttúruferðavinnumál

Sjúrður Hammer
----

Føroyskur politikkur er eyð­kendur av, at tá ið náttúru­áhugamál og vinnuáhugamál tykjast at vera í stríði við hvørt annað, so fara fólka­flokksfólk ofta at hella ímóti vinnuáhugamálunum. Tí kann ongin verða bilsin av, at landstýrismaðurin í fiski­­vinnumálum Jacob Vester­gaard fríggjadagin leggur fram uppskot um høpis­leysa skjóting av grá­gás fyri Løgtingið, tí at land­bún­aðurin opinbart stendur fyri fíggjarligum missi av gæsnum. Eg sigi “opinbart”, tí, sum eg og Jens-Kjeld Jensen hava víst á í undanfarnum lesarabrøvum, er hesin pá­standurin ikki bygdur á hald­góða vitan og gransking. Lands­stýrismaðurin sær eftir øllum at døma burtur frá granskarum, stovnum og feløgum, sum eggjað til størri skynsemi viðvíkjandi Føroysku náttúruni, tí at fíggjarligu áhugamálini rópa harðari enn allar náttúru­røddir í Føroyum.
Tá ið vit nú liva í einum samfelag sum gongur so høgt uppí fíggjarligan vinning, so er tað tankavekjandi at stremba verður eftir at branda Føroyar sum óspilt náttúruferðavinnumál, sam­stundis sum vit fara so illa við okkara náttúru. Og her er grágásin ikki ein eindømi. Eg kundi eisini nevnt ráns­veiðuna av náta seinastu árini sum eitt dømi um fyri­litsleysa atferð mótvegis náttúruni.
Fyri nøkrum vikum síðani endurtók Landstýrismaðurin í Vinnumálum Johan Dahl ætlanirnar hjá Ferðaráðnum, sum er at ferðavinnan skal vaksa frá 400 milliónum til 1 milliard í umsetningi í 2020. Í síni seinastu lýsingarherferð leggur Ferðaráðið serligan dent á, at vit hava eina náttúru, sum er “Unspoiled, Untamed og Undiscovered”. Og stjórin í Ferðaráðnum, Guðrið Højgaard, segði eis­ini í Degi og Viku síðsta summ­ar, at málbólkurin hjá før­oysku ferðavinnuni eru teir útlendingar, sum hava áhuga í náttúru. Hetta ljóðar skilagott, men hetta stendur í beinleiðis andsøgn við før­oyskan náttúrupolitikk, ella mangulin uppá tað sama; og grágásin er tað feskasta dømi um skilaleysan náttúru­politikk í Føroyum.
Um tað ikki longu er vorið greitt fyri Landstýrismannin í vinnumálum og føroysku ferðavinnuna, so vil eg her­við vísa á, at tað er eitt týðiligt ósamsvar millum, hvussu vit í Føroyum fara við náttúruni, og hvussu vit royna at selja hana úteftir. Tí samstundis sum vit hava eina romantiska uppfatan av, hvussu vit liva tætt saman við náttúruni, so týna og troyta vit nógvar ymiskar fugla­stovnar í Føroyum full­­komi­liga uttan nakað skil ella fyrilit. Um vit ikki vísa størri ansni og ábyrgd viðvíkjandi náttúruni, so kunnu vit ikki vænta at draga tey ferðafólkini, sum leggja í náttúruna, til Før­oya. Hetta havi eg eisini gjørt greitt fyri ferðavinnuni og fyri útlendskum náttúru­miðlafólkum, tá ið eg havi verið spurdur um støðuna í Føroyum. Tað er avmarkað hvussu leingi vit kunnu lúgva fyri ferðafólki um okkara villu reinu náttúru, tá grágæs verða skotnar og ungar liggja og sløðast deyðir í hungri.
Vónin er við hesum at heita á fólk í samgonguni, sum bæði hava moralskan ans viðvíkjandi náttúruni, og sum eisini duga at síggja tað búskaparliga skilagóða í at fara væl við náttúruni, um at fella broytingaruppskotið.