Minningarhaldið var tætt við ein minnisvarða, sum varð avdúkaður fyri nøkrum árum síðani til minnis um Baruch Goldstein. Tann 25. februar í 1994 tók hann maskinbyrsu sína og fór hann inn í Ibrahim-moskuna í Hebron, har hann skjeyt 29 palestinar, sum hildu morgunbøn.
Tilburðurin er ikki gloymdur. Undir minningarhaldinum sunnukvøldið fagnaðu fólk Goldstein, sum tey søgdu vera eitt halgimenni, tí tað, sum hann gjørdi fyri átta árum síðani, var ein heilag gerð.
- Mál okkara er at heiðra Goldstein lækna og ikki at niðurgera hann, eins og tey á vinstravonginum gera. Goldstein er eitt halgimenni, segði Itamar Ben-Gvir, sum var ein av fyrireikarunum til minningarhaldið.
Stutt haðani mintust palestinar eisini dagin fyri átta árum síðani. Har var eingin fagnaður, og fólk svóru at hevna tað, sum Goldstein gjørdi.
- Vit hava einki gjørt teimum. Tey komu til moskuna og myrdu menn okkara, júst sum teir bóðu morgunbøn. Tey hava tikið alt frá okkum, og so rópa tey okkum yvirgangsmenn. Hendan dagin gjørdu vit ikki annað enn at biðja. Kunnu vit, fara vit at beina fyri teimum øllum, segði ein 30 ára gomul palestinsk kvinna. Faðir hennara var ein av teimum 29, sum Goldstein drap í moskuni.
Baruch Goldstein, sum framdi hópmorðið í 1994, var føddur og uppvaksin í USA. Hann var útbúgvin lækni. Sambært einari bók, sum kom út fyri nøkrum árum síðani, helt hann, at palestinar kúgaðu ísraelsmenn, og hann dugdi ikki at skilja, at ísraelsku hermenninir bert hugdu at og lurtaðu, tá palestinskir ungdómar róptu ókvæmisorð eftir teimum. Tann 25. februar í 1994 gjørdi hann av at taka málið í egnar hendur.