Charles Manson hevur sitið í geglinum í nærum hálva øld, síðani fylgjarar hansara drupu sjey fólk í 1969.
Hann doyði í gjárkvøldið av nátúrligum ávum, sigur løgmálaráðið í Kalifornia. Hann var í stóran mun sjálv ímyndin av óndskapi í USA.
Charles Manson var ein smákriminellur, sum í 60’unum gjørdist eitt slag av andaligum leiðara hjá einum bólki av ungum í Los Angeles. Sambært ákæruvaldinum sendi hann lærusveinar sínar út at drepa tey ríku og kendu í Los Angeles, skrivar tíðindastovan AP.
Tað vóru í stóran mun ungar kvinnur, sum vóru rýmdur heimanífrá, sum flokkaðust um Charles Manson.
9. august 1969 drupu lærusveinar hansara, ella Manson-familjan, sum tey nevndust, fimm fólk í heiminum hjá sjónleikaranum Sharon Tate. Sharon Tate var við barn, tá hon bleiv dripin sjálv fimta, saman við Abigail Folger, Jay Sebring, Voityck Frykowski og Steven Parent. Maður Sharon Tate, kendi filmsframleiðarin Roman Polanski, var staddur uttanlands hetta kvøldið.
Dagin eftir drupu tey tvey fólk afturat, Leno og Rosemary LaBianca.
Tað var ikki fyrr enn tríggjar mánaðir seinni, at løgreglan fekk eina góða slóð at ganga eftir. Ein av familjuni bleiv handtikin av øðrum ávum, men fortaldi øðrum fangum í fongslinum frá drápunum.
Charles Manson og fýra av hansara lærisveinum vóru dømd til deyða, men dómurin bleiv broyttur til lívlanga fongsulsrevsing, tá California gavst við deyðarevsingini í 1972.










