Amerikanski forsetin, Barack Obama, ætlar sær nú at kanna, um undanmaður hansara, George W. Bush, kávaði út yvir eitt hópdráp í Afghanistan fyri átta árum síðani Tað er komið fram, at menn hjá afghanska krígsharranum Rashid Dustum myrdu meiri enn 1.000 Taliban-fangar á heysti í 2001.
Sambært New York Times slapp krígsharrin undan rættarsókn, tí hann hjálpti amerikanska herinum í Afghanistan.
Í samrøðu við CNN sigur Obama, at hann hevur biðið embætismenn sínar kanna málið, so sannleikin kann koma fram. Obama sigur, at hevur USA styðjað slíka framferð, skal amerikanski almenningurin hava tað at vita.