Hópdráp í Meksiko

Nakrir vápnaðir menn komu í gjárkvøldið inn á eitt vertshús í meksikanska landspartinum Chihuahua, har teir spurdu eftir nøkrum ávísum monnum. Tá eingin av gestunum svaraði, fóru menninir at skjóta, og tá skotini tagnaðu, lógu 15 fólk eftirá.

Meksikanskir fjølmiðlar siga, at fleiri av teimum deyðu vóru undir illgruna fyri at vera uppi í rúsevnahandli, og at tveir aðrir vóru tíðindamenn hjá einum lokalum útvarpi. Myndugleikarnir vita ikki, hví menninir blivu skotnir.

Tað hevur verið ófriðarligt í Chihuahua og har um vegir um vikuskiftið, og sambært fronsku tíðindastovuni AFP hava níggju fólk latið lív í álopum í býunum Ciudad Juarez og Madera.