Hønurnar vurpu og kýrnar mjólkaðu hóast føroyingar høvdu valt loysing

- Tað vísti seg, at alt gekk, sum tað plagdi, bæði tá ið vit vórðu avskornin frá dønum í 1940, og tá ið føroyingar høvdu valt loysing í 1946. Samfelagið var ikki so materialistiskt tá sum í dag, segði Petur Højgaard á 14. Septemberhaldinum á Eiði

Fólkaatkvøða

Petur Højgaard í Saltangará giftist seks dagar fyri fólkaatkvøðuna í 1946, og herfyri náddi hann eisini aldurin til diamantbrúdleyp.
Petur segði nøkur orð undir 14. Septemberhaldinum á Eiði síðsta hóskvøld.
Hann vísti á, at sambands-og samríkismenn, bæði í 1940 og í 1946, brúktu nógv tíð upp á at fortelja fólki, hvussu bundið føroyska samfelagið var at Danmørkini.

Øgiligur "skrekkur"
- Tað var ræðuligt fyri hesi fólk, tá ið sambandið við Danmark varð slitið við týsku hersetingini av Danmark í 1940  og bretsku hersetingini av Føroyum sama ár. Jú, hetta var ein øgiligur "skrekkur" fyri tey, sum hildu, at vit einki forsmáddu okkum sjálvi.
Men, legði Petur Højgaard aftrat:
- Alt vísti seg at ganga, sum tað plagdi. Hønurnar vurpu, og kýrnar mjólkaðu við sama lag  og torvið fekst til høldar. Tað vísti seg, at alt kom av sær sjálvum. Skipini fóru  og tey flestu komu tíbetur aftur. Fiskaprísurin var góður.

Kostaði dýrt
Petur ásannaði, at tá ið samanum kom, kostaði kríggið mongum føroyskum fiskimanni lívið.
- Eg haldi, vit høvdu eini 150 skip, tá ið kríggið byrjaði, og vit mistu eini 20 skip og manningar burtur av. Sjálvur sigldi eg øll stríðsárini, legði hann aftrat.
Hóast kríggið hevði sín prís, var hýrurin góður á fólki.
- Vit komu í eitt viðrák, segði hann.
Petur Højgaard segði, at føroyingar eisini upplivdu nógv "æti", hóast sambandið við Danmark varð slitið í stríðsárunum.
Í frásøgnini á Eiði vísti Petur á ymiskar hendingar, sum honum og øðrum vóru fyri í fiskiskapi undir krígnum, og hann greiddi eisini frá, tá ið ein mina sprongdist undir afturskipinum og søkti skipið, teir vóru við.

Búnaðist nógv
Hann helt, at frøroyska sjófólkið búnaðist nógv undir krígnum.
- Vit vóru jú í "eldinum" alla tíðina.
Petur Højgaard segði, at føroyski sjómaðurin ernaðist rættiliga, tá ið teir fingu føroyska flaggið.
- Stoltleikin gjørdi, at vit tá tordu at leggja uppaftur meira fyri, og eg minnist, hvussu tað kendist á vera á deksvakt við føroyskum flaggi í toppinum, sum hann tók til.
Hann greiddi frá, at tað fall honum í lut at gerast ein av skjúttunum umborð.
- Okkum varð álagt, at vit skuldu skjóta, um flogfør nærkaðust, og eg minnist, at hetta var ein ógvuliga spennandi uppgáva at fáa  ikki minst, nú vit sigldu undir føroyskum flaggi. Hetta gav okkum undir givnum umstøðum eina velduga optimismu, og tað var einki við at fara niður við nakkanum, nú vit høvdu fingið okkara egna flagg at verja, segði Petur Højgaard.

Ivaðist ikki
Hann segði, at føroysk sjófólk ikki vóru í iva um, at føroyingar fóru at velja loysing.
- Líka so sannførdir, sum vit vóru í hesum, vóru vit harmir, tá ið úrslitið gjørdist so tepurt.
Petur Højgaard helt fyri, at tað vóru danir og føroyskir undanstøkkingar, sum saboteraðu fólkaatkvøðuna í 1946.
- Seinni fingu sambandsmenninir vald, og tá fóru teir at keypa gamlar trolarar, sum vórðu keyptir undir ongum eftirliti. Men teir kendu jú onga ábyrgd fyri hesum landi, og tí var einki annað væntandi, segði Petur Højgaard á 14. Septemberhaldinum á Eiði.