Eina ferð hevði Mortan Justesen á Morskranesi dunnufarm, og væl gekk at selja dunnur. Tað skeiðið vardi i 10 ár, men so gavst hann.
Fyrraárið byrjaði hann aftur, men hesa ferð við hønum.
- Í fjør hevði eg 200 hønur, og nú eru tær um 400. Gongur sum ætlað øki eg um talið, sigur Mortan Justesen.
Høsnarhús hansara er eitt fyrrverandi seyðafjós norðan fyri Morskranes.
Hønurnar liva frítt. Inni er matur og vatn, og tær kunnu fara inn og út, sum tær vilja.
Einki við at hønurnar verpa á nakað band. Vanliga verpa tær um morgunin, tá ið ljóst er, og so fara tær út. Hønurnar verða tí ikki útslitnar.
Hønurnar fáa fullkornsfóður, sum inniheldur øllum vitamninum, sum hønunum tørvar. Økið uttan um er óavmarkað.
Mortan Justesen heldur, at hønurnar trívast væl, og tær fara út í øllum veðri.
- Hetta er ein roynd hjá mær, men eg haldi, tað fer at mala runt hjá, sigur Mortan Justesen.
Hann hevur verið runt í landinum og keypt sær hønur, og ætlan hansara er at gera kynsbótararbeiði fyri at fáa fleiri hønur við góða og rætta sinnalagnum. Tað tekur trý ættarlið at fáa rætta upp aftur.
Í høsnarhúsinum norðan fyri Morskranes eru okkum um 18 hønur fyri hvønn hana.
- Eg haldi ikki vit kunnu koma nærri náttúruni enn við hesum høsnabrúkinum, og hønurnar fáa ongan heilivág, sigur Mortan Justesen.
Eggini selur hann í FK, og í prísi er hann førur fyri at kappast við donsk vistfrøðilig egg.