Hønur hava sterkar kenslur

Granskarar hava nú staðfest, at hønur hava sterkar kenslur, helst ímóti sínum egnu ungum. Granskarar á universitetinum í Bristol hava staðfest at hønur vísa kenslur, tá ið ungarnir verða strongdir, skrivar Psychologi Today og fleiri onnur bløð og tíðarrit.

Kanningarnar vístu, at tá ið luft varð plást á ungarnar, hækkaði pulsurin á hønunum og hitin í eygunum fall. Hønurnar broyttu eisini atferð. Tær vórðu meiri árvaknar, tær hildu uppat at snøgga sær fjaðrarnar og tær skrukkaðu meiri eftir ungunum.

Hetta sigst at vera fyrstu ferð, at tey hava kannað kenslur hjá fugli og granskararnir siga, at hetta fær stóran týdning fyri vælferðina á hønugørðum.