Eg havi keypt mær ein vest. Ikki er neyðugt at roksa um, at hann er nýggjur, tí sjálvandi er hann tað. Tað er ikki nakar heilt vanligur vestur. Faktiskt vil eg nevna hann ein óvanligan vest. Hann er ikki nakað serliga heitur, heldur tvørturímóti. Hann er ikki heilullintur, sum nógvir vestar eru - ikki heldur er hann akryl blandaður við ull fifty-fifty, sum er so modernað í dag. Og hann er so slettis ikki frá Sirri ella Snælduni. Eg kann heldur ikki pástanda, at hann er bundin í "hønsestrik", sum einaferð var so smart og nú er aftur at síggja í mótarákinum. Havi onkuntíð hugsað um, hví tað nevndist hønsestrik. Sá ikki eina einastu hønu í mynstrinum. Kanska sótu hønurnar so fittar á vaglum í Danmark og bundu vestar til allar hippiararnar, ið tá vóru, og onnur, sum ynsktu sær ein slíkan, og tí kallaðist tað hønsestrik. Í trýssunum hendi so nógv merkiligt, so um ein høna sat við stokkum tá í tíðini, hevur eingin kanska hildið verið løgið.
Kanska tú gitir, at tað so má verða ein bjargingarvestur. Tað er hann faktiskt eisini upp á sín máta. Ætlanin er í hvussu er, at hann skal bjarga mær undan at liggja undir onkrum bili í bølaniðuni í vetur. Vesturin er ein enduskinsvestur, eg havi vágað at keypt frá Esther á Eystaru Vág.
Havi altíð tvíhildið um at hava endurskin í myrku tíðini. Trúliga havi eg seymað í kilometurvís av endurskinsstrimlum upp á jakkarnar og buksurnar hjá døtrunum báðum, tá tær vóru yngri, sjálvt um tær onkuntíð royndu at mótmæla, tí tær bedýraðu, at alt tað smarta fór av nýggja jakkanum ella frakkanum, tá eg setti meg at mingulera við seymimaskinuni og metrum av endurskinsstrimlum. Tað var sum at sletta vatn á gás. Endurskinið varð seymað upp á og einki meiri roks um tað. Innast inni mundu tær nokk vita sum var, at her var í hvussu er eingin góða mamma.
Sjálv havi eg gingið við hesum vælsignaðu endurskinsfidusunum, sum tú keypir á Apotekinum ella fært frá Sparikøssum kring landið. Helt, at tað var nokkso smart, tá eg keypti endurskin, sum kundu líkasum knallast uppá ermarnar. Vandin var bert tann, at eftir einari løtu, tá eg veipandi fór til gongu, vóru endurskinsfidusarnir fjaldir í ermayvirskotstilfari, so eg var svørt sum náttin. So aftur at leita og grópa eftir endurskinunum millum stoffrillurnar, taka tey av ørmunum og "knalla" tey upp á einaferð afturat. Og soleiðis endurtók søgan seg upp til fleiri ferðir undir marsjeringini. Strævið, helt eg, sum jú ikki beinleiðis er kend fyri at vera tolin.
Havi seinnu tíðina gingið og grundað, um ikki okkurt annað var, eg kundi finna uppá at brúka sum vernd, so eg ikki lá so barlong undir onkrum næskum bili á fótgangarafeltinum, sum bilarnir jú elska at stilla seg beint á, áðrenn teir sleppa fram til vegamótið. Ikki um at tala, tá undirsjóvartunnil verður norður til Klaksvíkar og øll har norðuri koma til Havnar at sjoppa. Tá er at vera sjónlig. Tori slettis ikki at hugsa um Suðuroynna og Sandoynna og teirra undirsjóvartunnil. Hvar í Guds grøna garði skulu allir hesir bilarnir vera og parkera? Havnin, hon dregur og tað við lít. Hon er eisini deilig. Minnist, at tá kona inni á Skálafjørðinum varð spurd, um henni hevði dámt at fingið undirsjóvartunnil til Havnar, svaraði hon næstan áðrenn spurningurin varð liðugt settur: "So verður skjótari til Havnar"! Tað verður trongligt, tá Havnin fer at taka øll í sín favn ? í senn.
Ná. Kom at hugsa um hesar vestarnar, sum eg síggi vaktarfólk eru í t.d fríggjadagar uttan fyri Rúsuna, tá ordiligur gravgangur er, og bilarnir fylkjast niðan í lítlu brekkuna, og í SMS tá tey hava føðingardag ella okkurt annað er av tiltøkum. So standa nøkur fólk í sovorðum smørtum, sjálvlýsandi vestum og vegleiða ferðsluna og síggjast næstan heilt til Sumbiar.
Havi eisini sæð í Danmark, at fólk, sum arbeiðir upp á veg t.d. eisini er í sama slag vesti. Og so var tað, eg hugsaði, at eg eisini kundi fáa mær ein slíkan. Sum vanligt er við mær, er sera stutt frá tanka til gerð, so seinasta fríggjadag gekk eg mær ein túr oman til Esther í Skipshandlinum og spurdi, um hon hevði sovorðnar vestar. Hon peikaði á ein, sum hekk í sýnisglugganum og eg skundaði mær at nikka. Jú, hatta var júst hann, eg hugsaði um. Hon tók hann úr glugganum og bað meg royna hann. Eg fór í hann uttan yvir mín gráa, nokkso keðiliga, men hinvegin øgiliga praktiska, Helly Hansen jakka, sum trongdi til okkurt pift. Teir klæddu væl hvørjum øðrum - Helly Hansen og vesturin, sjálvt um vesturin kanska var í so stórur, so eg segði, at eg vendi aftur, um eg ikki fann ein minni onkra aðrastaðni í býnum.
Komin niðan til Cafe Natúr, bráðvendi eg oman aftur, tímdi ikki at brúka tíð upp á at roksa. Hetta var jú ikki beinleiðis ein bodystockingur frá Wolford, eg skuldi keypa, so tað var yvirhøvur ikki neyðugt at hann sat serliga tætt. Átti í roynd og veru at brúkt føroyska orðið fyri bodystocking, men tað er so ósjarmerandi, haldi eg, so eg droppi at skriva bulald. Tú las rætt: BULALD!
Esther og eg samdust um, at vesturin tænti sínum endamáli og var fínur, og glað var eg. Rindaði, stakk hann í ryggsekkin og spolaði heim. Hann var so bjartur, at eg næstan helt meg síggja hann ígjøgnum ryggsekkin. Her skal viðmerkjast, at klokkan var bert hálvgum tvey, so eg var rættiliga sjónlig sum var, og ikki var neyðugt at lata meg í hann júst tá.
Heimkomin varð vesturin kommenteraður, og breið semja var um, at hatta var eitt frálíkt hugskot, og eg fór fyrstu ferð í hann mánamorgunin eftir. Her mundi verið galin endi, tí bilførararnir gjørdust so skakkir, tá teir bóru eygað við meg, at teir næstan koyrdu útav! Kanska hildu teir, at her var eitt umvandrandi snarljós, sum átti av verið meldað til Vaktar- og Bjargingartænastuna ella RFF ongantíð ov skjótt! Annars er at siga, at fólk geva mær gætur. Tey fáu tandrini, sum ganga, eru sera prátingarsom og eru fús at spyrja, hvar eg havi keypt hann. Bilførararnir harafturímóti skjóta upp/gita, at eg eri jørð- og betongkona, ferðslukona, sjakkforkvinna, parkeringskona (tað er ofta uppi og vendir) og alt møguligt annað spennandi, eg kundi tikist við, var eg ikki í føstum starvi frammanundan. Stuttligt.
Var í SMS ein seinnapart í seinastu viku og sá tveir so øgiliga fittar vaktarmenn í sama slag vestum sum eg! Helt, at eg skuldi bjóða meg fram at veita eina hjálpandi ferðsluhond, tí so ótrúliga nógvir bilar vóru allastaðni, men teir forvissaðu meg um, at tað slettis ikki var neyðugt. Teir sóu so lívsforskrektir út og hava óviað hildið, at her var ein kappingarneyti, sum ætlaði at taka livibreyðið frá teimum, neyðardýrini. Og so beint upp undir jól. Eg skundaði mær avstað, so teir kundu beina bilarnar upp á pláss í friði og náðum.
Jógvan, sum var og vitjaði okkum herfyri, spurdi forfardur, um eg hevði verið inni í Miklagarði í vestinum. Sjálvandi lat eg meg ikki úr fyri tað, um eg skuldi inn í Miklagarð, segði eg honum eitt sindur firtin. Í sama viðfangi skeyt hann so áhittin upp, at eg átti at blivið umboðskona hjá Westlife ? so kundu teir skift navn til Lifewest eitt skifti. Denn Jógvan, denn Jógvan.
Haldi, at vit hava skyldu til at vera sædd, hvør í sínum lagi. Hoyrdi Jákup Magnussen nevna ein morgun herfyri, at foreldur høvdu heitt á hann um at biðja bilførararnar ansa eftir børnunum í ferðsluni. Eri samd við honum, at sjálvandi skal ansast eftir børnunum, men tað er okkara skylda sum foreldur, at børnini eru sjónlig í ferðsluni. Sá eina mynd av útibarnagarði í Klaksvík, har øll børnini vóru í endurskinsvestum. Frálíkt tiltak, sum aðrir barnagarðar vónandi fara at taka undir við.
"Hjálmur er kul", sigur RFF ? kanska hevði "Endurskinsvestur er kul" verið eitt hugskot til nýtt slagorð, so børnini taka hetta til sín. Vestin kunnu tey ikki eins væl missa burtur sum endurskinini, ið ofta fara millum skins og hold millum ár og dag.
Gjørdi ikki mætari enn at fara beint oman til RFF at keypa ommusoninum ein slíkan. Hetta kundi eisini verið eitt frálíkt og øðrvísi jólagávuhugskot til hann/hana, sum "eigur alt". Nei, nú eri eg í so bjartskygd ? tað fer neyvan at ganga. Men kanska kann vesturin vera ein eyka desembergáva til børnini? Eg havi í hvussu er tikið í egnan barm og gevi mítt lítla íkast, so "Havnin skal skína". Eg skíni? í hvussu er alla vetrarhálvuna. Vit síggjast.