Edmund Joensen
Ein politiskur meiriluti hevur avgjørt at yvirtaka kirkjuna um góðar tveir mánaðar. Sami meiriluti er av teirri áskoðan, at einki skal fyrireikast áðrenn yvirtøkuna.
Kirkjan skal sambært meirilutanum fyrst yvirtakast og síðani skal finnast fram til, hvat skal henda við henni. Er hetta ikki at geva føroysku fólkakirkjuna upp til skutils ?
Tað er eingin loyna, at ein stórur og sterkur partur av føroysku politikarunum ikki hevur áhuga fyri at verja fólkakirkjuna, heldur tvørturímóti.
Eingir pengar settir av
Fram er komið, at aftaná yvirtøkuna verður tað nógv dýrari at vera limur í fólkakirkjuni. Hetta sæst eisini aftur á fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár, har ikki eitt klovið oyra er sett av til yvirtøkuna av fólkakirkjuni.
Tá einki verður sett av í sambandi við sjálva yvirtøkuna, so verður neyvan heldur nakað sett av tey komandi árini av hesum monnum. Er hetta ikki óhugnaliga týðulig tala ?
Ísland verður annars tikið fram sum fordømi á nærum øllum økjum. Hví so ikki eisini tá talan er um yvirtøkuna av kirkjuni ? Íslendingar gjalda 0,2 til 0,3 % sum fara til tann lokala partin av útreiðslunum til kirkjurnar. Restin, herundir lønir til biskupar, próstar, prestar o.a., verður goldin av ríkiskassanum.
Rokningin til føroyska kirkjufólkið sær út til at blíva nógvar ferðir størri enn íslendska rokningin.
Teir føroyingar, sum eru góðir við okkara kirkju, hava alla orsøk til at spyrja sitandi landsstýri, hvat teir í grundini ætla við fólkakirkjuni. Sjálvur loyvi eg mær at spyrja tey, sum velja loysingarflokkarnar, og sum vilja verja okkara fólkakirkju: Hómast ikki skriftin á vegginum ?