Vága Kommuna hevur saman við løgregluni gjørt broytingar í samband við hámarksferð í Miðvági og Sandavági.
- Hetta er gjørt, av tí at ferðin á vegnum í bygdum øki ofta er ov høg í mun til umstøðurnar. Borgarar í býlingunum hava sent inn klagur um hetta og hava savnað saman undirskriftir fyri at fáa broytingar í loyvdari hámarksferð á ávísum økjum, stendur í skrivi frá Vága Kommunu.
Á Vatnsoyrum er hámarksferðin í dag 30 km/t og ferðsluforðingar eru á høvuðsvegnum til Zarepta. Tann 30. oktober hava Vága Kommuna og Løgregla Føroya gjørt hesa avtalu viðvíkjandi hámarksferð og ferðsluforðingar inni í bygdum øki.
Í Sandavági eru frammanundan avmarkingar í hámarksferð, tí er talan um broytingar. Í stuttum kann sigast, at 40 km/t sona verður í tí nýggju bygdini, meðan 30 km/t sona verður í gomlu bygdini. 30 km/t sona byrjar í Lonarstræti, Skraddaragøtu og frá horninum Eingjartoftir - á Sondum út á Bakka. Allir aðrir býlingar koma at hava 40 km/t sonu.
Í Miðvági eru ongar avmarkngar um hámarksferð. Allur Miðvágur verður 40 km/t sona uttan Bótólvsvegur, Hornavegur, Kumlavegur og Kirkjavegur, sum verður 30 km/t sona. Jatnavegur, Leitisvegur og frá horninum Kumlavegur - Kirkjuvegur verður 50 km/t sona.
- Henda heildarætlanin hevur einki við ferðsluna á høvuðsvegnum at gera. Tað er eitt mál millum Landsverk og kommununa. Tað er okkara vón, at her hendir okkurt skjótt, stendur í skrivinum.