Hómaðu møguleikan at koma innaftur í dystin (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sá møguleikan at koma innaftur í dystin tá EB/Streymur minkaði til 1-3 móti B36

##med2##

Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi staðfestir uppibornan 4-1 sigur til B36 móti EB/Streymi á ovara vølli í Gundadali í Havn í kvøld.

Tó tá EB/Streymur minkaði um munin til 1-3 hómaði Jákup Martin møguleikan at minka um munin til 2-3, og tá veruliga koma innaftur í dystin.

B36 – EB/Streymur 4-1 (2-0)

1-0: Sebastian Pingel (17.)

2-0: Michal Przybylski (41.)

3-0: Michal Przybylski (51.)

3-1: Símun Sólheim (69.)

4-1: Meinhard E. Olsen (90.)

Týskvøldið klokkan 18 hevur EB/Streymur týdningarmiklan dyst móti AB úti í Vika á Argjum, har sundalagsmenn kunnu leggja fjarstøðu til aftastu liðini. Jákup Martin sigur seg byrja at hugsa um hendan komandi týdningarmikla dystin hjá EB/Streymi nú dysturin móti B36 er farin afturum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup Martin Joensen. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum í Gundadali í kvøld. 2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Árna Frederiksberg hjá B36 aftaná dystin. 

##ms##

(Samrøða: Jákup Martin Joensen)