Hóma onga kreppu enn

Fyritøkurnar í flutningsvinnuni á landi í Føroyum merkja sjálvsagt at innflutningurin er minkaður. Tó eru eingi krepputekin at hóma, og at kalla er støðan heldur normaliserað

Flutningsvinna

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Javnan hoyra vit at innflutningurin til Føroya er nógv minkaður. Stóra hallið á fíggjarlóg landsins er í høvuðsheitum orsakað av at minni verður flutt inn til landið, og harvið verður minni goldið í avgjøldum.

Hallið á fíggjarlógini kann tykjast stórt, og minkingin í innflutningi ljóða ógvuslig, men at síggja til merkist hetta ikki eins ógvusligt í sjálvari vinnuni, ið livir av at flyta tað, ið kemur inn til landið, út í hvønn krók í landinum.

- Jú tað merkist, men ikki so øgiligt. Vit eru kanska eini tvey fólk færri í ár, enn vit vóru í fjør, greiðir stjórin í flutningsfyritøkuni OCD, Símin Danielsen, frá.

Fyri smápartafelagið við Saltangará merkist minkandi innflutningurin á tann hátt, at tey fáa minni burturúr hvørjum einstøkum túri.

- Túrarnir skulu koyrast allíkavæl. Men teir eru kanska ikki altíð fult lastaðir, vísir Símin Danielsen á.

Størsta broytingin er sambært Símini at føroyingar ikki keypa líka nógv á lagur longur, men heldur beint til at brúka.

- Jú vit hava nokk brúkt meira pengar fyrr, staðfestir hann.


Sera stór útsløg

Flutningsfelagið Faroe Ship merkir eisini minkandi innflutning. Fyri flutningin á landi merkist hetta tó bara í avmarkaðan mun.

- Gera upp einaferð um mánaðin, og tølini vísa á eina minking. Men hon er ikki so øgilig, sigur Jákup Christiansen, stjóri fyri flutningsdeildini á landi.

Sambært honum er tað ringt at meta um støðuna, tí seinast hálva árið hava tey havt bæði tann besta og tann ringasta mánaðin í fleiri ár.

Flutningsdeildin á landi hevur sjálvsagt mest at gera fyri bæði bingjuskipini hjá felagnum, og har merkist minkandi innflutningurin sjálvandi.

- Men koyringin uttanfyri hjálpir eisini upp á støðuna. Støðan er nokk meira at tað áðrenn var sjúkliga nógv at gera, og at tað nú er meira normaliserað. Tó so, tað er enn nógv at gera, staðfestir Jákup Christiansen, stjóri á flutningsdeildini á landi hjá Faroe Ship.


Positiv tekin at hóma

Hóast talan er um eina minking á eini 15 prosent á virkseminum og tey hava verið noydd at siga tveimum fólkum úr starvi, er Knút Lützen, stovnari og stjóri á Safari Transport, bjartskygdur.

- Vit hava verið noydd at tátta í eitt sindur, tí tað eru færri sendingar og minni mongdir. Men kanska er tað bara komið niður á eitt vanligt støði. Men eg trúgvi at tað fer at koyra á hesum støðinum eina tíð, og at tað so fer at venda uppeftir aftur, sigur Knút Lützen.

Serliga eru tað høgi laksaprísurin og so vónin um at restin av fiskaprísunum eisini fara uppaftur, ið ger, at tey framvegis hava góðar vónir um framtíðina, hóast tosið fyri tað mesta er um niðurgongd og kreppu.