Hálvur føroyingur setti heimsmet í nátt

- Tá áhoyrarafjøldin blundar, skal hon hoyra Elvis, og tá hon letur eyguni upp, skal hon síggja Elvis, sigur Kjell Elvis, sum er hálvur føroyingur.

 

Klokkan 03.11 í nátt setti hálvi føroyingurin, Kjell Elvis (Kjell Henning Bjørnstad), sum livir av at líkjast Elvis Presley, nýtt heimsmet. Tá hevði hann sungið Elvis-sangir í 43 tímar, 11 minuttir og 11 sekund.

Men, hóast hann við hesum hevði sett heimsmet, helt hann kortini fram við at syngja, og tiltakið endaði við, at hann, áðrenn hann gavst, hevði sungið í 50 tímar, 50 minuttir og 50 sekund.

- Túsund takk, I love you all. Hetta var tað, yes! segði Kjell Elvis, tá hann umsíðir gavst at syngja á "The Scotsman" í Karl Johans gate í Oslo. Hann legði eisini aftrat, at hetta fór hann ongantíð at gera aftur.

Nú fer so arbeiðið í gongd at fáa heimsmetið, sum Kjell Elvis nú hevur sett, góðkent.

Í august í 2015, tá Kjell Henning Bjørnstad vitjaði í Føroyum, skifti undirritaði orð við hann í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har viðhefta mynd eisini er tikin. Greinin var í Vikublaðnum, og eisini var eitt kut úr greinini her á In.fo.

Í greinini á In.fo hin 12. august í 2015 - Livir av at líkjast Elvis Presley - skrivaðu vit eitt nú soleiðis:

"Yrkisleiðin hjá Kjell Elvis í undirhaldsvinnuni fevnir um meira enn 20 ár. Hann byrjaði í herinum í Harstad í Noregi í 1988. Eftir hertænastuna arbeiddi hann á eini verksmiðju í Lyngdal til 1994, tá hann gjørdist fulltíðar professionellur Elvis-imitatorur.

Kjell var sjey ára gamal, tá hann sá Elvis Presley í sjónvarpinum fyrstu ferð. Elvis sang ”Love Me Tender”, og smádrongurin tók av avbjóðingini. Hesi mongu ár seinni er kærleikin til legenduna framvegis líka stórur, og hóast kongurin er deyður, syngur Kjell Elvis fyri at halda lív í Elvis Presley.

Tá áhoyrarafjøldin blundar, skal hon hoyra Elvis, og tá hon letur eyguni upp, skal hon síggja Elvis.

Sum einasti Elvis ”tribute artistur” í Norðurlondum tekur Kjell Elvis yrkið í stórum álvara. Á pallinum er hann Elvis Presley, men eisini Kjell Henning Bjørnstad. Hann er Kjell Elvis-artisturin, ið ljóðar sum Elvis, líkist Elvis og skapar stemningin, sum Elvis var kendur fyri.

Spurningurin er, hvussu mong í Føroyum vita, at maðurin, sum vit her umrøða, er hálvur føroyingur - ja, hálvur eiðismaður..."