Hálvur føroyingur í hálvfinalu

Sum vit nevndu í blaðnum 5. november, vikuna eftir at hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen bleiv nummar tvey í "Stjerne for en aften", fríggjakvøldið 31. oktober, kom Gunnar víðari, og spennandi verður at fylgja við nú í kvøld, tá hálvfinalan verður.

Gunnar er 21 ára gamal, sonur Kristionnu Mikkelsen, dóttir Ebbemiu og Gunnar Holm Jacobsen. Pápin, Jørgen Mikkelsen, er dani, ættaður frá Samsø.
Gunnar hevur eins góðar møguleikar og hini, sum komu hálvfinaluna, at vinna kappingina. Føroyingar og hálvir føroyingar hava av álvara gjørt vart við seg í "Stjerne for en aften". So stórur spenningur er um úrslitið í kvøld. 00000