Hálvthundrað milliónir fyri ein ársfjórðing

Fyrsti ársfjórðingur í 2009 royndist serstakliga væl hjá Føroya Banka. Bankin økti um inntøkurnar á øllum økjum, samstundis sum rakstrarútreiðslurnar eru minkaðar. Hetta ger, at bankin hevur eitt yvirskot á 51,6 milliónir fyrsta ársfjórðing

Fíggjarmál

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Góða gongdin hjá Føroya størsta banka, Føroya Banki, heldur fram. Í februar legði bankin ársfrágreiðingina 2008 fram, og vísti bankin í tí sambandi á at hann, hóast undirskot, hevði betrað um grundraksturin.

Hetta sæst eisini aftur í framløguni av roknskapi bankans fyri fyrsta ársfjórðing 2009. Samanborið við fyrsta ársfjórðing 2008, vuksu inntøkurnar av rentum og ómaksgjøldum omanfyri 30 prosent ella 26,8 milliónir, úr 85,6 milliónum til 112,4 milliónir krónur, sum er ein høvuðsorsøk til góða úrslitið á 51,6 milliónir krónur í yvirskoti.

Hetta er í høvuðsheitum orsakað av, at bankin hevur økt nógv um rentumarginalin seinastu tíðina, sum merkir, at teir vinna meira upp á útlán, enn teir gjalda fyri innlán.

- Rentumunurin hevur verið nógv umrøddur, og summi vilja vera við at vit skúma róman. Men rentumunurin hevur verið lækkandi í nógv ár, og kvinkar seg nú uppeftir, so samanlagt er hann enn nógv lægri enn eitt nú í 2004. Við hesum í huga haldi eg ikki, at vit hava gjørt okkum dælt av støðuni, sum róð hevur verið fram undir, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.


Minni út og meira inn

Eitt annað, ið er sermerkt fyri roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing er, er at bankin hevur økt um innlánini, minkað um útlánini og rentað eginognina við 13,6 prosent. Hesi eru, sambært Jan Otto S. Holm, búskaparfrøðingi, øll sunn tekin fyri bankan (sí aðra grein á síðuni).

Janus Petersen, forstjóri í Føroya Baka, fegnast um úrslitið.

- Vit eru sera væl nøgd við úrslitið. Rentingin av eginognini er 13,6 prosent, og hetta er gott, nú umstøðurnar á fíggjarmarknaðinum eru so truplar. Grundrakstur bankans batnar støðugt, og okkara sterki solvensur og varni kredittpolitikkur hava verið avgerandi fyri, at bankin stendur seg so væl, hóast fíggjarkreppa valdar.

Samstundis sum allar inntøkur bankans halda áfram at vaksa, hevur bankin eisini skorið starvsfólka- og umsitingarútreiðslurnar niður við einari millión krónum, soleiðis at tað nú er 49 milliónir krónur.


Ikki brúk fyri Bankapakka II

Eitt triðja, ið er vert at býta merki í, er solvensurin hjá bankanum, sum er 20,8 prosent, ið er 13 prosent omanfyri tað minsta kravda.

Solvensprosentið er tann kapitalurin, sum bankin hevur at standa ímóti við, um tað gongur illa á fíggjarmarknaðinum her og úti í heimi.

- Við høga solvensinum á 21 prosent hevur bankin ikki tørv á ábyrgdarpeningi frá statinum til vanliga virksemi bankans. Gjaldførið er eisini 194 prosent omanfyri lógarkravið, og bankin hevur undir verandi umstøðum ongar ætlanir um at søkja um lán úr Bankapakka II.