Hálvt marathon leygardagin

Leygardagin klokkan 17 verður startskotið til FM-kappingina í hálvum marathon latið av. Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.

Umframt at talan er um FM-kapping, er talan eisini um opna kapping. Og tí kunnu øll tey, sum hava hug at royna seg, tekna seg til kappingina.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni, www.athletics.fo, og er evsta freist fyri hesum fríggjakvøldið.