Fríggjamorguin var tollvaldið í Havn umborð á grønlendska bátinum, Polar Natoralik. Hesin var komin at havn at taka útgerð, áðrenn farið varð víðari til Grønlands.
Men nú er ikki víst, at allir mans sleppa við heim til Nuuk. Umborð fann tollvaldið nevnliga hálvt kilo av hassji, og tann fongurin er nú latin løgregluni, sum ger av, hvat víðari skal henda í málinum.