Hóas teir kláraðu at fáa sjálvan graslíkisvøllin í Streymnesi lidnan til Sundalagsstevnuna, verður eingin stevnudystur spældur har kortini.
Reglurnar eru strangar, og av tí, at næsta hús við líkinda skiftingarmøguleikum er Felagsskúlin á Oyrarbakka, verður eingin fótbóltur á vøllinum í Streymnesi. So einføld eru boðini.
Hvalvíkar Kommuna hevur júst fingið lagt graslíki, sum er til víddar sum eitt gott hálvt kúfóður, á fótbóltsvølin innan fyri innastu húsini í Streymnesi.
Sjálvur vøllurin er 7.668 fermetrar til víddar. Tað er 120 ferðir 71 metrar til longdar og breiddar, og við økinum rundan um er samlaða víddin 8.520 fermetrar.
Vøllurin kostar higartil einar tvær milliónir krónur, sum kommunan hevur goldið.
Tað næsta, sum nú liggur fyri í hesum sambandi er at fáa bygt eitt góðkent hús við fótbóltsvøllin, so hann eisini kann brúkast til landskappingar.
Tað verður sum vera man mest hugsað um felags fótbóltsliðið EB-Streym í hesum sambandi.
Men allur ítóttur, sum knýttur er at Hvalvík og Streymnesi, er ikki fótbóltur kortini.
Ítróttarfelagið Streymur er eisini kent fyri annað enn fótbólt. Serliga hava tey gjørt seg galdandi á høgum støði í borðtenniskappingunum bæði her á landi og eisini við umboðum uttanlands, eitt nú á Oyggjaleikum.
Og stoltleiki teirra her á víkini man uttan iva vera Róðrarfelagið, sum við sínum bátum, serliga Hvessingi, hevur vunnið nógvar sigrar til bygdirnar.
'