Hálvt ella heilt kilo?

Tað er ikki í lagi at lýsa tilboðsprís fyri hálvt kilo av eitt nú kjøti og samstundis at upplýsa vanliga prísin fyri eitt heilt kilo. Tað hevur Brúkaraumboðið gjørt av í einari kæru um tvær tilboðsavísir hjá ávikavist Bónus og Miklagarði.

Tann 8. Apríl fær Brúkaraumboðið eina kæru um Bónus og Miklagarð.

Víst verður á, at Bónus lýsir við at ½ kg. av roastbeef fæst fyri 39,90 kr., og at vanligur prísur er 115 kr. fyri eitt heilt kg. Um Miklagarð verður víst á, at Miklagarður lýsir við at ½ kg. av kulottusteik fæst fyri 39.95 kr. og at vanligur prísur er 110 kr. kg.

Brúkaraumboðið hevur tikið málið upp til viðgerðar fyri at kanna, um lýsingarnar hjá Bónus og Miklagarði lúka treytunum í grein 9 um sølufremjandi tiltøk og grein 3 um villleiðandi umrøðu í marknaðarføringslógini.

Miklagarður og Bónus svaraðu, at tey mettu ikki at lógin var nóg greið á økinum og greitt ásetti at hetta ikki var loyvi, men søgdu at metti Brúkaraumboðið hetta verða í stríð við lógina, fóru tey at rætta seg inn eftir tí.

Og tað verða Bónus og Miklagarður altso noydd til, tí Andrass Holm Arge, brúkaraumboðsmaður hevur staðfest, at hesar lýsingarnar vóru í stríð við bæði grein 9 um sølufremjandi tiltøk og grein 3 um villeiðandi umrøðu í marknaðarføringslógini.