Hálvt annað stig heitari í november

- Miðalhitin í november hevur seinastu 30 árini verið 4,9 stig, men í november í ár var miðalhitin heili 6,4 stig, sum er hálvt annað stig meira, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur

Hitalag

Í greinastubba á hesum síðunum verður víst á, at veðurlagsgranskarar spáa heitari veðurlag á jørðini komandi tríggjar mánaðirnar.
Veðurfrøðingurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen, hevur í morgun hugt at miðalhitanum í Føroyum í november í ár í mun til miðalhitan í november annars.
Úrslitið er, at tað hevur verið munandi heitari í ár enn vanligt.
Petur Skeel Jacobsen sigur, at miðalhitin í november seinastu 30 árini hevur verið 4,9 stig, men í ár lá hitin um heili 6,4 stig, sum er hálva annað stig heitari enn vanligt.
- Hetta er rættiliga nógv, tá ið havt verður í huga, at hitamátingar eru gjørdar í so mong ár, sigur hann.
Tað er granskingarstovnurin IRI (The International Research Institute for Climate and Society), sum hevur ávarað um heitari veðurlag á jørðini komandi mánaðirnar.
Samstundis, sum hitin hevur verið hálvt annað stig hægri í Føroyum í november í ár enn ein miðal november mánaða, hevur vætan eisini verið út við helmingin meira.