Hálvt annað fet í finaluna

H71-Neistin 28-34 (12-16):
Neistin mest sum tryggjaði sær annað finaluplássið, tá teir mikukvøldið vunnu tryggan sigur á hoyvíkingum

Coca-Cola kappingin ? menn

Neistin verður annað liðið í steypafinaluni hjá monnum. Hetta er mest sum ein staðfesting av, at bláa havnarliðið mikudagin enn eina ferð vann ein tryggan sigur á grannunum úr H71.
Tó at spenningurin til dystin var stórur, og hópur av áskoðarum høvdu leitað sær í Ítróttarhøllina, so mundi tað sita í høvdinum á teimum flestu, at í teimum trimum undanfarnu uppgerðunum hetta kappingarárið hevði Neistin vunnið trygt á grannunum. Ikki minst var fyrsti dysturin í grundspælinum ein eyðmýking av H71, og júst hetta var kanska eisini teirra møguleiki. Undir øllum umstøðum vildu teir mikukvøldið prógva, at tann dysturin í øllum førum ikki var eftirfarandi, um metast skal um dygdina á liðnum.

Munur var á
Partvíst kann eisini sigast, at tað eydnaðist hovyíkingum at vaska eyðmýkingina av sær. Í øllum førum stríddust teir nógv meira og væl betri hesaferð, enn teir gjørdust seinast, men kortini restaði nakað væl í, fyri at teir kundu basa Neistanum.
Tað var nevnliga alla tíðina Neistin, sum hevði munin í dystinum. Grundað á offensiva verjuspælið fingust hópin av kvikum mótálopum í lag. Serliga fyrstu løtuna av dystinum var verjuspælið hjá hoyvíkingum heldur ikki nakað at rópa hurra fyri, og var tað ikki fyri Levi Nybo í málinum, kundi munurin lættliga verið heilt stórur hesa løtuna.
Tað gjørdist hann kortini, og eitt skifti móti endanum av fyrra hálvleiki var eisini líkt til, at H71 av álvara skuldi koma inn aftur í dystin, men eftir at Neistin seinasta minuttin ella so skeyt trý mál á rað, so køvdist hendan vónin mest sum fullkomuliga.
Seinna hálva tíman hildu teir bláu alla tíðina fast um munin, og tó at hoyvíkingar gjørdu onkran vørrin, so tóktist sigurin ongan tíð at vera í vanda. Heldur ikki hóast Neistin miðskeiðis í hálvleikinum í eina góða løtu spældi við tveimum monnum í undirtali, tá tríggir mans á rað fingu tveir fingrar.

Nóg mikið
Tølini søgdu eftir dystin, at seks mál vóru á muni, og spurningurin er, um hetta ikki er nóg mikið til at tryggja Neistanum finalusessin. Tað er undir øllum umstøðum torført at ímynda sær, at hoyvíkingarnir skulu vinna hetta inn aftur í einum dysti. Ikki minst, tá Neistin hevur havt eitt somikið gott tak á yngsta havnarfelagnum hetta kappingarárið, og so skal heldur ikki gloymast, at Neistin yvir høvur tykist at hava eitt hitt sterkasta liðið í ár. Hvørt tað so verða strandingar ella vestmenningar, sum verða mótstøðuliðið í finaluni. Tað er ein heilt onnur søga.

Dysturin í tølum
H71-Neistin 28-34 (12-16)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen 7(1), Finnur Hansson 7(1), Bjarni Wardum 5(1), Olaf Vestergaard 4, Anfinn N. Debes 3, Jákup á Borg 1, Kristjan Petursson 1
Neistin: John Petersen 7, Jacob Jónsson 6, Hans Áki Dal-Christiansen 6, Heini Joensen 6(1), Áki Mørk 4, Kári Mortensen 3, Ári Rouch 2
Brotskøst: H71 4, Neistin 2
Útvísingar: H71 3, Neistin 7
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Greiðar linju og einki hóvasták. Hava framúr eginleikar at leiða dystin, soleiðis at leikararnir heldur hugsa um hondbóltsspælið enn dømingina.