Hálvrættur í staðin fyri fullan rætt

Fótbóltur: Svenski dómarin vísti fyri aðru ferð upp í slag einum føroyingi reytt kort, og John Petersen hevði sæð reytt

Hatta var sera óheppið fyri virðið á venjingardystinum. Tað vóru teir báðir venjararnir samdir um, tá teir vórðu spurdir um, hvørja viðmerking teir høvdu til støðuna ein minutt undan steðginum, tá John Petersen varð rikin av vølli. Ongar serligar avtalur vórðu frammanundan gjørdar um at tað skuldi vera loyvt at seta ein nýggjan mann inn, um ein varð rikin av vølli, og tí bar hetta ikki til, segði Allan Simonsen.

Venjararnir báðir høvdu annars ongar viðmerkingar til avgerðina hjá dómaranum at vísa John Petersen av vøllinum, samstundis sum hann gav íslendska liðformanninum Rúnar Kristinsson, sum fyri 77. ferð spældi á landsliðnum, gula kortið, men tað ber væl til at ímynda sær, at báðir spælararnir hava fingið at vita frá venjaranum, at sovorðið eigur ikki at koma fyri og als ikki, tá talan verður um týdningarmiklar undankappingardystir. Um hann hevur gjørt tað, vita vit sjálvandi ikki, men sáttligi íslendski venjarin eigur at hava sagt sínum spælara, at tað, sum hann gjørdi, tá hann fekk øði í John Petersen, er nakað, sum er undir alt lágmark og eigur ongantíð at koma fyri.

Tað var ein stóran minutt undan hvíldini, at ein frísparksstøða gjørdi, at øði kom í alla grindina. Føroyingar áttu frísparkið, men íslendski miðvallarin latst, sum um teir áttu tað. Hetta er vanligt og harvið tryggjar spælarin, at hansara menn koma uppá pláss í verjupartinum. John Petersen vildi hava bóltin av íslendinginum, og táttingin teirra millum hevði við sær, at íslendingurin klípti John Petersen har, sum sjálvt ein sinniligur maður sum John Petersen verður óður av at verða álopin. Føroyski miðvallarin hevði nevan á lofti og kíndi mótstøðumanninum ikki serliga lagaliga um ennið. Hetta hevði fyri bæði liðini ósømiliga støðu við sær, og tað var um reppið, at stórur bardagi spurdist burturúr.


Fimta ferðin

Dómarin vísti myndugleika, men hann man ikki hava sæð nóg mikið, tí avgerðin, sum hann tók, var bara røtt fyrJohn Petersen. Íslendingurin slapp við gula kortinum, og aftaná ivast tú í, hvat dómarin mundi geva honum gula kortið fyri. Tað kundi í hvussu so er ikki vera fyri brotið, sum hann framdi, tí tað var sólarklárt til reytt kort.

Hetta royndu føroysku spælararnir at greiða dómaranum frá, og Jens Martin Knudsen var so harmur, at tað var um reppið, at dómarin hótti við ostaskorpuni. Hetta var sami dómari, sum í dystinum á útivølli móti Estlandi 4. juni í fjør vísti Jens Martini av vølli.

? Eg harmist um, at liðfelagarnir noyddust at spæla undirmannaðir í ein heilan hálvleik. Eg eri ongantíð áður vístur av vølli øll tey tólv árini, eg havi spælt í vakstramannadeildini við Skála, B68, GÍ, B36 og landsliðnum ? hvørki heima á landi ella í altjóða dystum, so sjálvandi eeri eg sera harmur um hetta, men støðan átti avgjørt ikki at havt við sær, at vit vórðu undirmannaðir, tí brotið hjá íslendinginum var púra greitt til reytt kort, segði John Petersen aftaná. Hann helt, at liðfelagarnir høvdu staðið seg avbera væl í 2. hálvleiki, og tað var ein lítil uggi, at reyða kortið í hesum dystinum hevur ikki við sær, at hann verður leikbannaður í EM undankappingardystinum móti Estlandi leygardagin 4. september.

Dysturin móti Skotlandi var tann 60. altjóða skrásetti landsdysturin, og John Petersen var fimti føroyingurin, sum fekk ostaflísina fyri andlitið. Allan Mørkøre varð útvístur móti Norðurírlandi í 1991, Tummas Eli sá reytt í Finnlandi í november í 1994, Jan Dam noyddist í umklæðingarrúmið beinanvegin í 2. hálvleiki, tá Malta í juni 1997 var á Svangaskarði, og 4. juni í fjør varð Jens Martin Knudsen útvístur í Estlandi.