Starturin er beint við eitt seyðahús á vegnum til Funningsfjørð. Seyðahúsið er á leið áraka vestara tunnilsmunna í Norðskálatunlinum. Málið er á keiini á Toftum.
Annars verður runnið eftir landsvegnum út til Skipanes, har sneitt verður oman á niðara veg. Síðan verður runnið út til Runavíkar, har sneitt verður oman á Fjøruveg við Sjómansheimið. Síðan verður runnið beina leið út á Tofta kei. Samlaði teinurin er eitt hálvmarathon, t.e. umleið 21,1 km.
Vatn verður at fáa á ávikavist 5 km, 10 km og 15 km. 5 km er í Skálabotni. 10 km er á Skipanesi. 15 km er nærhendis innastu húsunum á Glyvrum. 20 km er millum Saltnes og Toftir. Merki eru at finna á hesum støðum so til ber at halda eyga við tíðini.
Øll, ið eru 15 ár ella eldri (f. -1988), eru vælkomin at luttaka. Dentur verður lagdur á, at hetta fyrst og fremst er ein motiónskapping, ið kann hjálpa fólki at halda formin við líka um veturin. Annars verða heiðursmerki trimum teimum fyrstu í bólkunum: Kvinnur: (f. 1958-1988), menn (f. 1958-1988), kvinnur veteranar (f. -1957) og menn veteranar (f. -1957).
Tilmelding er á Tofta kei kl. 12.00. Luttøkugjaldið er 40 kr. Kl. 12.30 verður koyrt eftir rutuni inn til startin. Sjálv renningin byrjar kl. 13.00.
Til ber eisini at melda til við at senda teldupost til Roysnið roysnid@athletics.fo við upplýsing um navn, árgang og felag ella bygd. Luttøkugjaldið kann somuleiðis flytast á konto í Føroya Sparikassa (9181-415.704.6). Um hesin háttur verður nýttur ber til at møta við startin beint áðrenn kl. 13.00 leygardagin. Har verður startnummarið útflýggjað.
Tá komið er á mál verður okkurt gott at fáa á Toftum.









