Tíðindabløð eru ein vøra, sum skal seljast, og undirritaði er enn eina ferð vorðin ein forsíðusøga, sum kann selja Dimmalætting.
Fleiri eru kanska vitandi um, at undirritaði í eina tíð ikki hevur viljað havt nakað samskifti við blaðfólk á Dimmalætting. Orsøkin er, at undirritaði í fleiri umførum hevur fingið eina órímiliga viðgerð og viðferð í blaðnum.
Hetta er sjálvandi ikki fallið í serliga góða jørð á Dimmalætting, og tað er helst orsøkin til, at blaðfólk á Dimmalætting leita við ljós og lykt eftir málum, ið kunnu seta borgarstjóran í eitt keðiligt alment ljós.
Júst hetta – at tíðindaredaktiónin á blaðnum er vorðin súr – er helst orsøkin til, at borgarstjórin enn eina ferð er úthongdur á forsíðuni og inni í blaðnum í gjár, 10. apríl 2008.
Keldukritikkur úr niðastu skuffu
Hesaferð skal blaðið seljast uppá, at "Heðin misnýtir skattapengar". Hetta er ein yvirskrift, ið ivaleyst selur nógv bløð.
Dimmalætting torir neyvan sjálv at standa aftan fyri yvirskriftina, og tí er talan um eitt sitat – ikki frá einari óheftari keldu, nei, frá býráðsliminum Jan Christiansen, ið er ein av politisku mótstøðumonnunum hjá undirritaða.
Hetta er vorðið sum journalistikkur og keldukritikkur. Ring líka til Jan Christiansen og vita, um hann kann vera stumtænarin, ið yvirskriftin kann hangast uppá. Jú, tað ber væl til, síggja vit.
Fyri tey, sum ikki vita tað, so var Jan Christiansen borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu beint undan mær. Hann hevur í eitt heilt valskeið verið forsyndaður inn á meg, tí borgarstjórasessin glapp honum av hondum. So tað er ikki undarligt, at Jan Christiansen vil leggja navn til hesa saftigu yvirskriftina.
Heila lygnin
Hvat er tað so, ið Jan Christiansen meinar við? Jú hann heldur tað vera "óluksáliga grovt", at borgarstjórin hevur keypt eksterna fjølmiðlaráðgeving upp á rokningina hjá kommununi.
Eisini sigur Jan Christiansen, at hetta er "óhoyrt", og at "býráðið ongantíð brúkti eina krónu upp á fjølmiðlaráðgeving, meðan hann var borgarstjóri".
Javel. Hetta er jú greið tala frá fyrrverandi borgarstjóranum, sum enntá ætlar at taka hetta upp í fíggjarnevndini hjá býráðnum.
Trupulleikin er bara, at Jan Christiansen sigur ósatt. Tað kann skjalprógvast, at býráðið í borgarstjóratíðini hjá Jan Christiansen eisini keypti eksterna fjølmiðlaráðgeving. Hetta er sjálvandi nakað, sum Jan Christiansen ikki hevur nakra interessu í at siga nakað um.
Tað, sum kortini undrar, er, at Dimmalætting hevur somu interessu sum Jan Christiansen í at mistonkiligera borgarstjóran. Hví hevur Dimmalætting ikki kannað málið ordiliga og biðið um innlit í roknskaparskjøl frá tíðini, tá Jan Christiansen var borgarstjóri?
Kann tað hugsast, at Dimmalætting hevur ein sjálvstøðugan áhuga í at lata vera við at gera journalistiska arbeiðið til lýtar? Eg giti, at tað er so. Undirritaði er jú ikki tann mest populeri persónurin á tíðindaredaktiónini á Dimmalætting.
Púra vanligt at keypa eksterna ráðgeving
Hetta, at ekstern ráðgeving verður keypt, er púra vanligt. Tórshavnar Kommuna hevur, alt tað eg veit um, keypt eksterna ekspertisu av øllum møguligum slag.
Tak til dømis løgfrøðiligar spurningar. Er nakað óvanligt í, at kommunan keypir sær ekspertisu á hesum øki? Seta Dimmalætting ella Jan Christiansen spurnartekin við, at skattaborgarar rinda fyri eksterna løgfrøðiliga ráðgeving? Nei, tí tað er púra vanligt.
Tak til dømis byggitekniskar spurningar. Er nakað odiøst í, at kommunan vendir sær til ekspertar á hesum øki og keypir sær ráðgeving? Nei. Hví? Jú tí tað er púra vanligt.
Tak til dømis spurningar av roknskapartekniskum slag. Hevur Dimmalætting nakrantíð interesserað seg fyri, um kommunan hevur goldið einum revisori ella skattakønum fyri ráðgeving? Ikki tað, eg veit um.
Nú er spurningurin komin til samskiftisfakliga ráðgeving. Nú er knappliga púra galið, at kommunan leitar sær eksterna ekspertisu? Hví? Møguliga tí, at hetta ikki hevur verið so øðiliga vanligt. Men er tað ein rímilig orsøk til nærmast at kriminalisera innkeypið av ekspertisu og ráðgeving á hesum øki? Eg haldi ikki.
Í veruleikanum er ongin munur á, um kommunan ella borgarstjórin keypir eksterna ráðgeving frá einum løgfrøðingi, arkitekti, revisori ella samskiftisráðgeva. Talan er um professionella ráðgeving á ymsum økjum, og ráðgevingin er neyðug viðhvørt, hóast kommunan hevur bæði løgfrøðingar, arkitektar, roknskaparfólk og samskiftisráðgevar í starvi.
Gerið heimaarbeiðið ordiligt
Mín áheitan á Jan Christiansen er, at maðurin gevst við síni dupultmoralsku hetz og serliga, at hann gevst at siga ósatt.
At koma við nakrari áheitanin á Dimmalætting er helst púra til fánýtis.
Dimmalætting hevur við sonevnda "journalistikkinum" í síðstu viku prógvað, at blaðið rennur politisk ørindi fyri mótstøðufólk hjá undirritaða. Málið er at undirgrava mín persón.
Lesarar hjá Dimmgjalætting duga helst at síggja, at tað, sum stendur í blaðnum, eru hálvir sannleikar og heilar lygnir.