Hálvgum mestsum ov…

Hóast kjansir vóru til meira enn eitt mál í part í Gundadali í gjár, var tað bara í løtum, at spælið livdi upp til, at hetta vóru tvey av toppliðunum, sum møttust

Sjálvt um hetta bara var fjórða umfar, so var dysturin millum HB og Víking ársins fyrsti veruligi toppdystur, tí bæði liðini eru komin væl úr startholinum og hava eisini potentiali til at stríðast í tí góða endanum alt kappingarárið. Góðveðrið í Gundadali skuldi eisini givið hesum dystinum bestu møguleikar at blivið ein av teimum heilt góðu.
Tað byrjaði eisini fínt, og bæði Geza Turi í málinum hjá Víkingi og Teitur Gestson í málinum hjá HB sluppu at vísa síni góðu evni eftir royndir frá ávikavist Andrew av Fløtum og Kaj Leo í Bartalsstovu. Men hvørki av liðunum megnaði at fáa hol á, hóast fleiri aðrar góðar og minni góðar royndir eisini vóru.
Og longu mitt í fyrra hálvleiki var mesti dampurin farin av dystinum, ið gjørdist meira og meira linligur, hóast onkur málroynd sløgdist her og har. Sum oftast stungu tær seg bara upp, mestsum úr ongum, og fyri tað nógva var spælið merkt av sjuski, skeivum sendingum og hálvhjartaðum innsatsi. Hjá tí, ið ikki helt við øðrum liðnum, var dysturin ikki tað stóra súsið av eini uppliving!

Bíligt brotsspark
Tá knappur hálvur tími var farin av dystinum, legði HB seg á odda. Hetta var við einum brotssparki, sum Christian Restorff Mouritsen setti hart og trygt í netið, hóast Geza Turi fór rættan veg. Hinvegin var hetta eitt brotsspark, ið fá mundu halda seg síggja, so tí var tað onkursvegna eitt slag av rættvísi, ið gjørdi vart við seg, tá Víkingur seinni í dystinum javnaði.
Men áðrenn tað nakrantíð kom so langt, kundi HB havt skotið enn eitt mál og lagt uppaftur størri trýst á gestirnar. Serliga í tí eina førinum beint fyri steðgin var møguleikin stórur, tá Høgni Midjord akkurát ikki rakk fram at bóltinum, og eisini var Jógvan Skeel Nolsøe sera nær í seinna hálvleiki, tá hann brendi bóltin á stongina.
Fyri gestirnar var tað eitt bakkast, at danski framherjin, Lasse Qvist, mátti skiftast út við vøddaskaða longu eftir góðar 20 minuttir, og at Hans Jørgen Djurhuus eisini fekk ein sama slag skaða beint fyri steðgin. Men allíkavæl mentist Víkingur spakuliga í seinna hálvleiki og setti seg meira á spælið, ið stútt og støðugt otaði seg longur og longur inn á hálvuna hjá HB.

Bæði eru við enn
Eitt gott korter fyri dystarenda bragdaði hjá Víkingi eftir álop í høgru síðu, har Bárður og Hjartvard Hansen vóru við, áðrenn bólturin kom innfyri og Teitur Gestson í fyrstu atløgu hálvbjargaði, men einki fekk gjørt, tá Kaj Leo í Bartalsstovu í aðru syfti slapp fram at bóltinum.
Málið gav gestunum trúnna uppá, at her kundi spyrjast meira burturúr, og onkursvegna tóktist ikki, sum HB fekk umstillað seg til skjótálop ella dugandi móttrýst, og tí var Víkingur í seinna enda nærri við at fara við øllum, eins og HB fyrr í dystinum hevði verið tað. Í tí eina førinum kappaðust tveir av teimum ljósabláu so nógv um bóltin ein metur frá málinum, at hevði annar einki gjørt, hevði hin við 99 prosents vissu fingið mál!
Hóast einki er at ivast í, at bæði HB og Víkingur vildu vunnið dystin, so er vanlukkan av javnleikinum ikki størri enn so, at bæði lið eru væl við enn. Víkingur er eitt av trimum liðum við 10 stigum og HB er bara tvey stig aftanfyri, so framvegis bendir alt á, at hetta verða tvey av liðunum, vit skulu rokna við at síggja frammarlaga í kappingini teir næstu mánaðirnar.

Vit ætlaðu meira
– Tá vit nú vóru aftanfyri 1-0 og ikki høvdu alt ov gott spæl, kunnu vit kanska vera nøgdir við eitt stig. Men tað var ikki tað, vit komu eftir, tí vit ætlaðu okkum trý stig, staðfesti Sølvi Vatnhamar í Víkingi eftir dystin í gjár.
Hann hevði ikki stórvegis viðmerking til HB-málið, ið kom eftir eitt brotsspark, tí hann sá ikki hendingina.
– Um tað kanska var ein forering, fáa vit einki gjørt við, tí vit mugu bara koyra á. Vit høvdu eisini ein opnan dyst til at avgera dystin, men megnaðu tað ikki, sigur hann.
– Framvegis hevur Víkingur havt bestu byrjanina nakrantíð í einum kappingarári, so vit royna bara at byggja víðari á góðu gongdina. Tað er tað, sum vit ætla í øllum førum.

Kundu havt økt
Málskjúttin hjá HB, Christian Restorff Mouritsen, var bæði nøgdur og ikki, tá tað gjørdist greitt, at dysturin ímóti Víkingi endaði 1-1:
– Vit spældu væl í fyrra hálvleiki, høvdu nógvar kjansir og kundu lagt okkum á odda 2-0. Í seinna hálvleiki og seinni í dystinum tóku teir so yvir, og fyri tað nógva runnu vit aftan á teimum. Men burtursæð frá tí, spældu vit ein dyst, sum var á eini leið og tí var 1-1 helst í lagi.
Serliga iðraði Christian seg um, at HB ikki megnaði at avgera, tá løtan var til tað:
– Vit høvdu fleiri kjansir at lukka dystin, men gjørdu tað ikki, og tað var so bara spell hjá okkum. Men fyri tað um vit ikki vunnu henda oddadystin, eru vit framvegis væl við har frammi, tí bara tvey stig eru á muni, sigur hann.
– Higartil í ár haldi eg, at vit hava spælt góðan fótbólt. At tað so endar við javnleiki hesa ferð, er kanska, tí menn eru eitt sindur ov bangnir, tá nokk so nógv stendur upp á spæl, sum tað jú ger tað, tá liðini stríðast um oddasessin.