Hálvfinalurnar vera leygardagin

Í gjárkvøldið var síðsta umfar í Sunset-kappingini hjá kvinnum á skránni, men undan dystunum var longu avgjørt, hvørji lið vóru klár til hálvfinalurnar.

Leygardagin skulu liðini so út í fyrsta hálvfinalurnar, og her tekur StÍF ímóti Stjørnuni í høllini á Skála kl. 15.00, meðan Neistin og VB bresta saman í høllini á Hálsi kl. 14.30. Seinnu hálvfinalurnar vera vikuskiftið 17. og 18. mars.