Hálvfinalurnar verða tær somu

Eisini hjá kvinnunum er nú farið í líða heilt væl í steypakappingini, og nú er mest sum greitt, hvørji lið hittast í hálvfinalunum

Steypakapping

Tað líkist einari endurtøku av hálvfinalunum í fjør í steypakappingini hjá kvinnum.
Ta ferðina leiktu HB og KÍ sjálvan finaludystin, eftir at tey í hálvfinalunum høvdu vunnið á ávíkavist VB og B36.
Enn restar dysturin millum VB og B71 at spæla í fjórðingsfinalunum, men megnar VB í hesum at liva upp til leiklutin sum favorittur, verður talan um júst somu hálvfinalurnar aftur í ár.

Sjey í ein hálvleik
Tað var annars nær við, at klaksvíkskvinnurnar fingu ein skelk av teimum heilt stóru, tá tær sunnudagin royndu seg móti B68. B68 var á odda bæði 1-0 og 2-1 í seinna hálvleiki, men trý mál frá Rannvá Andreasen saman við einum máli frá Malenu Josephsen syrgdu at enda fyri, at kvinnurnar úr Klaksvík ikki gjørdu monnunum kynstrið eftir við einum skjótum farvæl í steypakappingini.
Í Havn var lítil og eingin ivi, tá havnarliðini skuldu spæla sínar fjórðingsfinalur. HB hevði vitjan av NSÍ, og her gjørdist talan um stórsigur. Ikki minni enn 10-0 endðai dysturin.
Tíggju mál vóru somuleiðis munnurin, tá B36 royndi seg móti AB. Her fekk AB tó eitt mál, men tá B36 hinvegin skoraði 11 ferðir, so var allur ivi beindur av vegnum. Her kann annars nevnast, at Ása á Neystabø sat á beinkinum hjá B36 allan fyrra hálvleik, men seinna umfarið skoraði hon ikki færri enn sjey av málunum hjá B36.
Sum nevnt, so varð dysturin millum VB og B71 útsettur, orsakað av verkfallinum, og verður hesin væntandi spældur, so skjótt verkfallið er av.