Hálvfinalurnar í rógving hósdagin, og finalurnar sunnudagin

Hósmorgun kl. 8.30 og 8.40 føroyska tíð eru klokkutíðirnar, sum eru ásettar fyri hálvfinalurnar hjá lættvektsbátunum við tveimum rógvarum. Sunnudagin verður B-finalan kl. 7.30, og A-finalan verður - vónandi við Katrini Olsen og Julionnu Elander - kl. 8.30, føroyska tíð komandi sunnumorgun. So allir ítróttaráhugaðir føroyingar mugu stytta nakað um býtúrin leygarkvøldið. Róðrarøkið í Beijing verður nevnt Shunyi Olympic Rowing-Canoeing Park, og liggur økið við Chaobai ánna í Shunyi-økinum í Beijing. Rógvikappingarnar fara fram millum 9. og 17. august. Vónandi verður sunnudagurin 17. august enn ein søguligur dagur í ítróttarsøgu Føroya. Men fyrst mugu Katrin og Julianne stríðast í hálvfinaluni hósdagin.