Hálvfinalurnar klárar

Tað gjørdist til eitt vónbrot fyri bretsku vertirnar, tá teir eftir brotssparkskapping blivu slidnir út úr fótbóltskappingini hjá monnum móti Suðurkorea.

 

Tað gjørdist tann annars vælspælandi Daniel Sturridge, ið misnýtti, so Team GB mátti lúta.

 

Suðurkorea skal nú møta Brasilia í hálvfinaluni, eftir at favorittarnir ikki uttan trupulleikar vunnu á Honduras, ið tvær ferðir var á odda.

 

Men eitt brotsspark frá Neymar og tvey mál av Leandro Damiao góvu Brasilia ein 3-2 sigur, móti Honduras, sum endaði við níggju monnum á vøllinum.

 

Japan kom lættliga fram við Egyptalandi í einum 3-0 sigri. Kensuke Nagai, Maya Yoshita og Yuki Otsu skoraðu málini.

 

Í seinastu fjórðingsfinaluni vann Mexico 4-2 á Senegal eftir longda leiktíð.

 

Hálvfinalurnar verða leiktar soleiðis:

 

Týsdagin klokkan 17: Japan-Mexico á Wembley

 

Týsdagin klokkan 19.45: Brasilia-Suðurkorea á Old Trafford