Tað eru HB og EB/Streymur, sum standa við betru kortunum á hondini undan dystunum í kvøld.
HB vann fyrru hálvfinaluna móti VB/Sumba 3-1, og fyrsta uppgávan hjá nýggja venjaranum verður at halda fast um hesa leiðsluna.
Á Skála vann EB/Streymur fyrru hálvfinaluna 2-0, og tí standa teir við øðrum fótinum í finaluni undan dystinum í kvøld.