Hálvfinalur á skránni

Sunnudagin verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið leiktar.
Í Gundadali kemur VB fyri triðju ferð í ár á vitjan, og eftir at teir í fjórðingsfinaluni sendu B36 úr kappingini, eru tað hesaferð HB, sum tekur ímóti. Dagfinn Olsen verður dómari í dystinum.
Hin hálvfinalan stendur millum eysturoyarliðini bæði, NSÍ og ÍF. Fyrra uppgerðin teirra millum er í Runavík, og verður tað Lassin Isaksen, sum fer at døma hendan dystin.