Hálvfinalur kl. 17 og 19

HB og VB/Sumba hittast í Gundadali nú klokkan 17. Hjá heimaliðnum vantar Páll Mohr Joensen, umframt at tað er óvist hvørt Ólavur í Ólavsstovu klárar at spæla.

- Vit eru fyrireikaðir upp á, at vit mugu skapa dystin, og eitt gott úrslit er ein sigur við meiri enn einum máli, sigur Jákup á Borg við Sosialin í dag.

VB/Sumba hevur allar mans tøkar, og hjá teimum sigur liðformaðurin Dan Djurhuus við Sosialin, at teir vóna at fáa eitt hampiligt úrslit.

- Tað er fyrst og fremst at halda nullið. Klára vit tað er tað óført úrslit og eitt gott útgangstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður á heimavølli, sigur hann.

 

Á Skála vitjar EB/Streymur kl. 19. Bæði liðini hava allir mans tøkar, so at siga. Bert ein maður hevur meldað avboð. Tað er Poul N. Poulsen, sum hevur trupulleikar við baklærinum.

? Vónirnar eru rímiliga góðar, og sjálvandi fara vit eftir sigrinum í kvøld, soleiðis at møguleikarnir til seinna dystin eru góðir, sigur Pauli G. Hansen, sum vísir, at tað er í steypakappingini, at Skála má gera seg galdandi.

Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi, sigur at teir mugu arbeiða hart, stríðast og fáa spæli at koyra, um teir skulu vinna í kvøld.

? Vit skulu í finaluna! Tí vilja vit eisini vinna dystin í kvøld, fyri at gera uppgávuna lættari á heimavølli. Vit fara ikki inn eftir javnleikinum, sigur hann.

EB/Streymur hevur annars allar mans tøkar í kvøld.