Hálvfinalistarnir skulu finnast

Í Havn skulu fýra av liðunum í Atlantic Airways-deildini kappast um tvey av hálvfinaluplássunum.

Fyrri dysturin er millum tey bæði oddaliðini í deildini, Neistan og StÍF. Leygardagin vann Neistin við fimm málum á júst StÍF, men meira enn nakað av hinum liðunum, so hevur StÍF í nógv ár víst seg sum besta steypaliðið í føroyskum hondbólti.

Hin dysturin er millum Kyndil og KÍF. Tey bæði dystaðast eisini sunnudagin, og tá vann Kyndil tepran sigur í Kollafirði.

 

Í Vestmanna verða eisini tveir dystir spældir. Næst besta liðið hjá VÍF skal royna seg móti føroyameistarunum úr H71, og besta VÍF-liðið skal takast við Team Klaksvík, sum longu nú er væl ávegis einum sessi í fremstu deildini til komandi kappingarár.