Hálvfinalan útsett

Tær báðar skuldu annars verið í bátinum nú klokkan 8.30 okkara tíð.

Veðrið í Beijing hevur tó ikki verið eftir vild. Nakað av vindi og torusláttur hevur verið í morgun, og tí eru róðrarnir í dag avlýstir.

Ístaðin verður róð í morgin, tá ætlanin annars var at halda hvíludag. Sum skilst, so er klokkutíðin framvegis tann sama. Altso klokkan 8.30 føroyska tíð fríggjamorgunin.