Føroyar skal í kvøld spæla um bronsuna í Sparkassen Cup, eftir ósigur ímóti Týsklandi við úrslitinum 39-35.
Týskland mundi vera favorittur at vinna Sparkassen Cup í Merzig fyri 19. ferð áðrenn dystin ímóti Føroyum. Týskarar høvdu eisini vunnið sínar tríggjar dystir greitt, men Føroyar byrjaðu dystin best.
Verjan stóð stinn høgt á vøllinum, Brandur Silvurstein bjargaði nógvum møguleikum, meðan álopið so smátt vant seg ígongd og kom á odda 2-0.
Tað gingu einir fimm minuttir áðrenn Týskland skoraði fyrstu ferð – lítla løtu seinni var javnleikur 2-2.
Føroyskur dreymahondbóltur
Men føroyingarnir høvdu um endan. Framfýsna, áræsna og ágangandi føroyska verjan trýstu teir týsku burtur frá málinum, og tá ið Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu samstarvaðust um eitt dreymamál við tveimum spælingum í flogi, var virðingin fyri Føroyum ovurstór.
Tá ið Føroyar komu á odda 11-7 í undirtali sá alt avbera gott út. Føroyar fingu fleiri útvísingar hesa løtuna, men hildu kortini fjarstøðuna á fýra málum – millum annað við enn einum máli í flogi, sum Pauli Mittún setti inn úr leysari luft.
Føroyingarnir spældu í longum løtum við sjey leikarum í álopinum, og hetta riggaði væl. Við stórum neyvleika funnu føroyingarnir møguleikarnar og munurin helt sær á trimum og fýra málum. Men ein minutt fyri hálvleik fingu Føroyar ein smeit.
Viktor Gäini fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort. Tíggju sekund seinni fekk ein týskur bakkur útvísing fyri harða takkling, og uppaftur 20 sekund seinni fingu Føroyar enn eina útvísing áðrenn farið var til hálvleikssteðgin. 19-16 til Føroyar.
Trupult beint eftir hálvleik
Føroyar byrjaðu seinna hálvleiki við fimm leikarum ímóti seks, men tað darvaði ikki Eliasi Ellefsen á Skipagøtu at høgga bóltin í malið til 20-16 eftir fáum sekundum. Men so fór at ganga galið. Týskland skoraði fýra skjót mál á rað og so var javnleikur 20-20.
Liðini skiftust at skora og fáa enn fleiri útvísingar næstu løtuna, meðan Brandur Silvurstein í fleiri førum forðaði fyri, at teir týsku skuldu leggja seg á odda. Tað eydnaðist teimum kortini eftir 40 minuttum, tá ið ein týskur leikari slapp at gera í so nógv fet og skora til 24-23 til Týskland. Føroyski bonkurin var í øðini, og føroysku leikararnir svaraðu við at taka leiðsluna aftur lítla løtu seinni.
Spenningurin økist
Talvan skifti ímillum at vísa eitt mál meira til Føroyar meðan lagið í høllini spentist alsamt fastari – og so koppaði alt skeiva vegin.
Týskarar skoraðu í hvørjum álopi og revsaðu minstu føroysku mistøkini. Brádliga var støðan farin frá 28-27 til Føroyar til 31-28 til Týskland. Føroyar tóku time-out við 11 minuttum eftir at leika.
Føroyar hildu fram við sjey leikarum í álopinum fyri at forða fyri mansverju, og tá ið Hákun West av Teigum minkaði um munin til 32-31 livdi vónin av álvara. Elias Ellefsen á Skipagøtu skræddi seg beint eftir ígjøgnum og javnaði til 32-32 – og fekk ein mótstøðumann útvístan í tveir minuttir.
Sjey minuttir eftir at leika.
Týski neyvleikin vísir seg
Men yvirtalsløtan gagnaði ikki Føroyum, og støðan var 34-32 til Týskland, tá ið Føroyar vóru fullmannaðar aftur. Orsøkin var ein týskur málverji, sum fekk fatur á øllum føroysku royndunum. Hetta helt fram og týski munurin øktist upp í fyrst trý og so fýra mál. Dysturin var avgjørdur.
Hákun West av Teigum nýtti kortini høvið at skora enn eitt dreymamál í flogi – men tað var bara pynt. Tað var tað eisini tá ið Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði sítt 15. mál beint fyri leiklok, tí tá segði støðan 39-35 og Týskland skal spæla finalu ímóti Íslandi.
Føroyar spæla bronsudyst ímóti Hvítarusslandi í kvøld klokkan 17.30










