Hálvfinalan er heima

Sæð burtur frá einum lítlum niðurtúri í øðrum setti, var eingin slingur í valsinum, tá manslandsliðið spældi trupla byrjunardystin á oyggjaleikunum

Lerwick: Hóast tað varð lagt upp til mest sum gysara, tá føroyska manslandsliðið skuldi spæla móti Gotlandi longu í fyrsta dystinum, so gav hetta als ikki teir trupulleikarnar, sum summi vóru bangin fyri.
Byrjanin av dystinum var annars jøvn, og tó at báðir partar tóktust hava ilt við at fáa veruligt trýst í servurnar, so tóktust føroyingarnir at hava eina lítla yvirvág alla tíðina. Og hóast munurin ikki var tann heilt stóri, so hildu okkara eisini leiðsluni allan vegin.

Javnvágin koppaði
Næsta settið mundi tó fáa sveittan fram hjá mongum av áskoðarunum. Eina løtu tóktist tað, sum vildi snøgt sagt einki bera til. Frustratiónir vóru eisini at hóma á okkara liði, soleiðis at bóltur í nógvum førum vórðu smashaðir nærum í blindum, heldur enn at spælararnir eisini góvu sær stundir til at nýta høvdið.
Hjá gotlendingunum var støðan púrasta øvut. Teir spældu róliga og skilagott, og teir høvdu eisini fult tamarhald á settinum. Somikið gott var takið, at støðan ta einu løtuna var 23-12, men javnvágin í dystinum koppaði kanska júst her.
Fyri settið hevði tað kanska ikki tann stóra týdningin, at okkara pyntaðu munin niður í 19-25, men sálarliga hevði tað nógv at siga. Tað var eins og okkara nú aftur fingu sannført seg sjálvar um egnan mátt, og frá triðja settið og úteftir var eingin ivi.
Servurnar sótu mest sum perfekt. Rúni Weihe var veruliga um at finna hitan, og eisini Jón Nielsen, sum eina løtu tóktist mest sum yvirtendraður, vekslaði nú millum kølið yvirlit og knallhørð smash.
Og tað var í veruleikanum eingin veruligur spenningur hesi settini. Í nógvar mátar tóktist liðið hjá Gotlandi vera langt í frá styrkini, sum teir áður hava sýnt, men hetta skyldast so eisini væl skipaða føroyska spælinum.
Væl byrjað er hálvgum endað, plaga danir at taka til. Fyri føroyingar er spurningurin so helst, hvørt byrjanin hjá monnunum var av slíkum slag, at hon er nóg mikið til eisini at taka Áland, tá - allar helst - avgerandi dysturin í bólkinum verður týskvøldið. Áðrenn hetta er talan tó um dystir móti ávíkavist Hetlandi og Grønlandi, og eisini teir báðir dystirnir skulu vinnast.