Hálvføroyskur hálendari og Martin Joensen á serstakari konsert á Hvonn

Í annaðkvøld, týskvøldið, verður ein serstøk konsert á Hvonn. Tá fara Laurens Joensen og Martin Joensen á pall, og søgan aftanfyri samstarvið er áhugaverd, bergtakandi og serlig.

Laurens er í Føroyum í hesum døgum fyri at spæla hesa konsertina, og fyri at venja, og seinni í summar verða teir báðir aftur at hoyra í Føroyum. Eisini kemur út ein tónleikaútgáva við Laurens Joensen í næstum.

 

Laurens, við føroyska eftirnavninum Joensen, er hálvur føroyingur, men føddur og uppvaksin í Niðurlondum. Nú er hann í Føroyum, tí her kennir hann, at røturnar eru, og við sær á palli og í tónleikaætlan síni hevur hann kenda føroyska troubadourin Martin Joensen.

Laurens greiðir sjálvur bergtakandi frá upprunanum til hesa tónlistarligu ætlan:

- Eg eiti Laurens Joensen og eri tónleikari og tónasmiður úr Amsterdam í Hálandi. Pápi mín var føroyingurin Marius Joensen, Marius av Hvítanesi, og móðir mín er Wilna Meeusen úr Hálandi. Eg eri føddur og uppvaksin í Hálandi, men havi altíð havt eitt sterkt tilknýti til Føroyar. Sum yngri ferðaðist eg ofta í Føroyum og varð ávirkaður av føroysku tónleikamentanini, sum pápi mín umboðaði og eisini vandi meg upp í. Pápi mín var virkin partur av føroyska tónleikaumhvørvinum í sekstiárunum, áðrenn hann flutti til Hálands. Eg havi virkað sum tónasmiður og guitarleikari saman við mongum listafólkum og sjónleikarabólkum í Hollandi. Eg havi nú í tvey ár havt egið tónleikastudio í Amsterdam, har eg framleiði útgávur fyri ymisk listafólk og bólkar, greiðir Laurens Joensen frá.

 

- Í februar í ár doyði pápi mín og eg vitjaði aftur í Føroyum fyri fyrstu ferð í tjúgu ár. Á hesi vitjan kendi eg eina sterka trongd til at gera eina tónleikaútgávu á føroyskum sum ein heiður til pápa mín og føðiland hansara, og fyri at fáa samband aftur við mínar røtur. Eg fekk hug til at bera alt tað, ið pápi mín lærdi meg, aftur til hansara - og sostatt eisini mítt – móðurland, sigur Laurens Joensen.

 

- Útgávan skuldi fevna um sangir og instrumentalløg, sum høvdu sterkar røtur í føroyskari mold. Eg miði eftir við hesi fløgu at skapa eitt mentannarligt og spirituelt cross-over millum Háland og Føroyar. Hetta verður gjørt í samstarvi við eitt hálendskt/føroyskt toymi. Eg havi byrjað samstarv við Martin Joensen, sum hjálpir mær við umsetingum av sangunum, sum eg upprunaliga skrivi á hálendskum. Vit hava longu avgreitt ta fyrstu umsetingina, og tekur Martin eisini undir við verkætlanini av fullum huga, sigur Laurens Joensen og fegnast um samstarvið.

-  Eisini havi eg fingið bjóðað útgávusáttmála frá Kristiani Blak. Tutl, sum harumframt er áhugaður í at skipa fyri konsertum og spælingum kring oyggjarnar, umframt distributión av fløguni í handlum í Føroyum, og møguliga aðrastaðni, og sum digitala útgávu á netinum, sigur Laurens Joensen.

 

Í annaðkvøld, 28. Mai, fara Laurens og Martin á pall á Hvonn.

Góða, gamla Tórshavn er ein heiðran av lívinum og tónleikinum hjá pápa hansara, Rótfest í føroysku moldini. Søgusigandi sangir, umsettir av Martin Joensen, umframt instrumental løg.
Hetta verður fyrsta konsertin hjá Laurens í Føroyum á málinum hjá faðir hansara. Martin Joensen luttekur á hesi serligu framførslu.

 

Seinni í summar fara teir aftur á føroyskar pallar, eittnú á Summartónum og á G!

Skráin er henda: Tann 6. juli: Maggie’s. Tann 9. juli: Hvonn.  Tann 10. juli: Gjógv. Tann 11. juli: Norðurlandahusið og tann 12. juli: G!-Festivalurin.