TV framleiðslu fyritøkan hjá Per Zachariassen og Henrik Hancke Nielsen, Blu Entertainment, gjørdist nummar trý í kappingin um ?Regeringens Iværksætterpris 2004,? ein virðisløn upp á eina hálva millión krónur fyri at menna nýtt vinnuvirksemi. Tað stóð greitt aftan á finaluna tann 30. september sum fyritøkan Omada vann framman fyri Quilts of Denmark og Blu Entertainment.
?Regeringens Iværksætterpris? er eitt árligt tiltak ið skal birta upp undir entrepreneur andan og eggja teimum, ið vilja ganga undan og megna at menna vinnandi fyritøkur ið kunnu vaksa og skapa nýggj arbeiðspláss.
Í nógvum londum, eitt nú Danmark, er umhvørvið fyri entrepreneurar lítið at reypa av í samanbering við USA. Hetta evnið er komið meira og meira á dagsskrá tey seinastu árini og góðar kreftir í vinnulívinum vilja saman við myndugleikum og øðrum eisini gera nakað ítøkiligt við støðuna.
Á tí stóra finalukvøldinum á Base Camp uddi við promentum fólki og fyritakarum og atmosferan var høg. Tað merktist at danskir myndugleikar hava ambitiónir um at stimbra nýfyritaksemi. »Der stiftes rigtig mange virksomheder i Danmark, og det er glimrende,« segði tann danski búskapar- og vinnumálaráðharrin, Bendt Bendtsen. »Men vi halter efter udlandet når det gælder skab-elsen af vækstvirksomheder. Virksomheder der genererer arbejdspladser.«
Rós frá CBS og BBC
Juryin kallaði prísvinnaran fyri einki minni enn ein »ny dansk kronjuvel der kan åbne en motorvej for andre.« Omada, sum saman við Blu Entertainment vann tað innleiðandi umfarið í Keypmannahavn og Norður Sjællandi, hevur ment ritbúnaðin Omada Enterprise og ráðgevur annars í IT management og SAP.
Blu Entertainment mennir og framleiðir stórar studiobaseraðar undirhaldssendingar fyri sjón-varp. Millum dømi roknast ?Stjerne for en aften? og ?Den store klassefest, eisini ?Satsa? sum vit kenna í Føroyum. Sendingarnar verða seldar til sjónvarpsstøðir kring allan heimin og Blue Entertainment eru upp á einans trý ár vorðin Danmarkar leiðandi veitari av originalum donskum TV formatum, tað er hugtøkum fyri undirhaldssendingar. Harumframt hevur fyritøk-an útviklað eina nýskapan innan framleiðslu metodu, nevniliga BluBox, sum er eitt mobilt, automatiserað og lyklaklárt TV studio ið kann pakkast niður í tríggjar bingjur. Hetta ger tað bí-ligt at framleiða sendingar sum til ?Jeopardy!? og ?Hvem vil være millionær?? -- einast ein brotpartur av tí arbeiðskraft sum vanliga verður brúkt til slíkar sendingar krevst.
Fokus á at skapa saman-hangandi, visuell upplivilsir og haldbar merkir við høgum undirhaldsvirði, er uttan iva ein partur av frágreiðingini upp á suksess-ina hjá Blu Entertainment ApS. Felagið varð stovnað í 2001 av Per Zachariassen og Henrik Hancke Nielsen. Ídag arbeiða 60 fólk á fyritøkuni, sum í 2003 umsetti fyri so mikið 69 milliónir og hevði eitt avlop harav upp á góðar 7 milliónir krónur.
Tann innovativi hugsun-arhátturin í tí ungu fyritøkuni hevur fingið sjónvarps risar sum bretska BBC og amerikanska CBS at úttala at BluBox framleiðslu metodan setir nýggjar standardir fyri framtíðar TV framleiðslu -- nakað sum uttan iva við til at lyfta bæði motivatión og mót upp á framtíðina.
?Gott at eydnast og OK at miseydnast?
Undir hátíðarhaldinum finalukvøldið á Base Camp hevði Kenneth P. Morse, stjóri á MIT Entrepreneurship Center, eina framløgu ið hann kallaði »The Spirit of Entrepreneurship: Fostering a Climate for the Creation of Globally Successful New Enterprises in Denmark.«
Massachusetts Institute of Technology verður roknað sum tað fremsta í heiminum tá talan er um at klekja nýggj hátøknifrøðilig vinnuvirkir. Men góð leiðsla er enn meira týðandi enn fremsta tøknifrøði.
»Eg hevði nógv heldur viljað havt ein fyrstafloks leiðslubólk við meðal tøknifrøði enn tað umvenda - eina fyrstafloks tøknifrøði við einum annanfloks leiðslubólki,« segði John T. Preston ið arbeiðir saman við Kenneth P. Morse innan MIT, einaferð undir einum fyrilestri um »Success facors in technology-based entrepreneurship.« Hann vísti á ymiskar týðandi tættir í umhvørvinum fyri entrepreneurskap, millum annað hugburð.
»Nógvir partar av heiminum, millum annað Stóra Bretland, líða undir bæði einum ótta fyri at miseydnast og einum ótta fyri at eydnast. Óttin fyri at eydnast er bilsnandi fyri amerikanarar og tykist stava frá ?null upphæddar? trúnni á at ríkidømi verður flutt heldur enn skapað. Hetta leiðir til ta áskoðan at um onkur gjørdist ríkari, so má onkur annar verða vorðin fátækari... USA hevur eina nærum ideella mentan fyri innovatión. Hon frøist yvir suksess og góðtekur miseydnan.«