Fiskivinna
Í blaðnum fríggjadagin høvdu vit samrøðu við Hálvdan Gudmundsen, sum saman við øðrum hevur keypt frystilínubátin, Ekliptiku, sum nú hevur gamla skipanavnið, Venus.
Hálvdan er ein av monnunum, sum í sínari tíð var við Heldarstindi, ið fekk eina bumbu við sinnopsgassi í trolið.
- Eg var stýrimaður við Heldarstindi, og eg minnist hesa hending væl. Hon fór fram í Eystursjónum 21. mars 1984.
Hálvdan fór til skips sum ungur og sigldi øll síni bestu ár.
- Eg sigldi nøkur ár eftir hendingina í Eystursjónum, men sum tíðin leið, legðist eg uppi, tí heilsan var ikki so góð sum áður.
Útgerðarmaður
Síðan miðskeiðis í nítiárunum hevur Hálvdan verið útgerðarmaður, og í dag eigur hann í trolaranum, Vesturtúgvu, Mars Chaser og nýggja Venusi, sum verður klárur til fiskiskap um eina viku ella so.
- Í løtuni liggur gamli Venus, og vit ivast í, hvussu langt línuloyvini, vit eiga, fara at røkka.
Hann vísir á, at Ekliptika eisini eigur kvotur í altjóða sjógvi, og tá ið summarið kemur, er ætlanin at royna hesar leiðir.
Spurdur, hvussu tað hevur gingið at manna skipini, sigur hann, at tað higartil hevur gingið væl.
- Eg vil siga, at hetta hevur ikki verið nakar trupulleiki.
Hann vísir tó á, at teir høvdu ávísar trupulleikar í vár, og tað sama merktu onnur reiðaríir kring landið.
- Men nú er líkt til, at menn aftur eru hugaðir at fara til sjós, sigur Hálvdan Gudmundsen.
Gongur væl
Tað er P/F Hýsisá, sum eigur Vesturtúgvu og Mars Chaser, meðan P/F Fossá eigur Venus.
Tað hevur rímiliga væl, síðan Hálvdan Gudmundsen og hansara menn keyptu Vesturtúgvu.










