Hálva øld við bilum

Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05

Í sendingini Bilradio á Ras2 hósdagin kl. 16.05 er samrøða við Naddodd Jacobsen, sum herfyri fylti 70 ár. Naddoddur fór í læru sum bilmekarikari hjá Frits Jensen í Rættará í 1957. Í 1959 flutti hann við Frits í spildurnýggju Esso-støðina í Gundadali. Naddodd arbeiddi hjá Frits Jensen til 1984, tá fekk starv hjá P/F Wenzel Petersen. Í dag eitur fyritøkan P/F Wenzel, og Naddoddur er framvegis til arbeiðis har. Í sendingini sigur hann frá nógvum áhugaverdum og um broytingarnar hesi 52 árini hann hevur arbeitt í bilbransjuni.


Í sambandi við at føroyska deildin hjá donsku útleigufyritøkuni Nordjysk Lift er flutt í nýggjan virkisbygning á Hjalla varð almenn móttøka fríggjadagin 6. november. Samrøður eru við føroyska deildarleiðaran Eyðun Egholm og við umboð fyri Nordjysk Lift í Danmark.


Eisini verður ein Citroën C3 Picasso royndarkoyrdur saman við Magnusi Remberg, sølumanni hjá Ivan Bilar við Hoyvíksvegin.