Føroyska landsstýrið hevur latið 1.4 milliónir stuðli til World Food Programme, ið skal nýtast í Suður Sudan, har stórur partur av fólkinum livir undir hungursmarkinum, fyrst og fremst vegna ein svíkjandi búskap í landinum og eitt borgarakríggj, ið hevur vart í nøkur ár.
Hungursneyð var lýst í Suður Sudan í februar. 4.9 millónir fólk hava ein bráðfeingis tørv á mati.
Suður Sudan bleiv sjálvstøðugt land í 2011, eftir at ein fólkaatkvøða bleiv hildin um loysing frá Sudan.
Borgarakríggj hevur verið í landinum síðan 2013, tá eitt stríð tók seg upp millum forsetan og ein av hansara varamonnum. Um 300.000 fólk eru mett at verða deyð í krígnum.