Av tí, at ein gomul lóg sigur, at tað ikki er lov at vísa seg nakin alment, verður ístaðin skipað fyri einari G-Strongja rennikapping á sandinum á G! Festivalinum í ár. Tá umboð fyri mess.fo vóru á Roskilde Festivalinum fyrr í mánaðinum, fylgdu tey unga havnamanninum Jóhan Hofgaard, ið so gjarna vildi sleppa við í nakinrenningina, sum DR1 árliga skipar fyri. Tíverri var Jóhan ov seinur at melda seg til, so umboðini fyri Mess avgjørdu sjálvi at skipa fyri einari nakinrenni-kapping, har vinningurin var ein ølkassi og ein stráhattur.
- Videobrotið, ið bleiv tikið av nakinrenningini hjá Mess, varð so væl móttikið av brúkarunum á mess.fo, at vit avgjørdu at halda eina líknandi rennikapping aftur í Føroyum ? hesa ferð á G! Festivalinum, sigur Búi Rouch frá Mess, ein av persónunum handan kappingina.
Tuskandi naknar rumpur á Gøtusandi
Leygarkvøldið, tá Teitur hevur framført á stóra pallinum, verður G!-Strongja rennikappingin hildin á Gøtusandinum.
- Vit vóna at síggja nógvar berar rumpur tuska oman eftir sandinum! Tað er pláss fyri 16 luttakarum - 8 dreingjum og 8 gentum. Einasta treytin, sum vit seta fyri at luttaka í kappingini, er, at tú ert í G!-Stronginum, sum vit útvega, undir allari renningini, sigur Búi Rouch.
Vinningur og tilmelding
Skjótasta genta og skjótasti drongur, vinna eitt atgongumerki hvør til G! Festival 2010. Enn er pláss fyri fleiri luttakarum. Áhugaði kunnu melda seg til við at ringja til Búa á telefon 23 13 53.