Hálv milliard meira í lønum

Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni vísir, at longu nú eru 479 mió kr. fleiri goldnar út í lønum í Føroyum, enn talan var um alt 2006. Størsti vøksturin er í privatu tænastuvinnuni, har lønarútgjaldingarnar eru øktar 13%, men eisini byggivinna og onnur tilvirking hevur havt stóran vøkstur. Minsti vøksturin er innan fiskivinnu, har økingin er 2%.