Hálv millión upp á spæl

Hetta vikuskiftið fara fimm ungir dreingir úr Føroyum at luttaka í einari stórari teldukapping í Danmark, har yvir tveytúsund ung fólk verða við. Vinnarin fær eina hálva millión, og lið koma úr øllum heimshornum at kappast

Hvønn dag sita fimm ungir harrar og spæla teldu í einar tveir til tríggjar tímar. Hetta gera teir ikki til stuttleikar sum flest onnur ung fólk. Nei, hetta er heilt álvarsamt, tí ein møgulig hálv millión kann verða upp á spæl. Hetta er álvarsom fyrireiking til eina stóra kapping, sum í dag byrjar í Bellasentrinum í Keypmannahavn.
-Vit venja heilt nógv, og hava gjørt tað leingi eftirhondini. Vit kunnu gott sita og spæla í tveir til tríggjar tímar hvønn dag, og enn longri í vikuskiftinum, sigur Heini Weihe, ið er ein av teldusnillingum, sum skal royna seg í Keypmannahavn í vikuskiftinum.
Tá ið telduúrmælingarnir venja telduspæl, so sita teir ikki altíð saman og venja. Heldur sita teir frammanfyri hvør sínari teldu í hvør sínum rúmi, og kappast móti eitt nú bretum, øðrum norðurlendingum, og enntá fólki, sum er upp aftur longur burtur.
-Vit venja á sokallaðum lanum. Á hesum lanum finnast aðrir luttakarar, og teir kunnu koma frá øllum heiminum. Tó venja vit mest saman við bretum, tí best lansambandið úr Føroyum er til Bretlands, sigur Heini Weihe.

Líka stórt sum fótbóltur í Asia
Hóast tað kann tykjast løgi fyri okkum føroyingar, at telduspøl skulu verða so álvarsom, so er hetta eitt stórt fyribrigdið í heiminum kring okkum. Tað eru fólk, ið liva av at spæla teldu; eitt nú í Aisa er telduspælararnir líka stórir sum fótbóltsstjørnurar eru í tað í Evropa.
-Vit hava hetta bert sum eitt frítíðarítriv, men tað eru fólk, ið liva av hesum. Tey fáa fyritøkur at fíggja sítt spæl, og sita so og venja dagin langan. Ì Asia eru teir heilt góðu spælararnir líka stórar stjørnir, sum fótbóltspælarnir eru í Evropa, sigur Heini.
Tað er Atlantic Airways, ið hevur gjørt tað møguligt hjá Heina og teimum at fara til Danmarkar. Tí við síðurnar av telduspælinum, hava teir allir vanlig starv.
-Onkrir av okkum ganga í skúla, meðan aðrir hava heilt vanlig arbeiði, so tað kann verða trupult at fíggja eina so langa ferð, so tað var gott at Atlantic Airways kundi traðka til, sigur Heini Weihe.

Álvarsamar fyrireikingar
Júst sum tá ið aðrir ítróttarmenn skulu gera seg klárar til kappingar, so gera flestu teldumenn eisini nógv burturúr. Teir eta sunt, hvíla mest møguligt, og lið hava enntá venjarar, ið syrgja fyri, at lið hvíla og venja so nógv, sum tey skulu.
-Vit hava ongan venjara. Men vit royna at taka hetta seriøst. Vit hava eitt nú júst havt venjingarlegu, har vit allir hava vant saman, sigur Heini.
Umframt liðið hjá Heina, so verða yvir tveytúsund onnur ung fólk við. Tað skerst ikki burtur, at teir flestu luttakararnir eru menn.
-Ja, hetta er nakað, ið næstan bara menn tíma. Teir flestu vit koma at kappast ímóti verða ungir menn millum átjan til tretivu ár. Tey flestu liðini eru frá hinum norðurlondunum, men onkur kemur so langt burtur frá sum Brasilu, sigur Heini.
At tað bara er hetta eina liðið úr Føroyum, heldur Heini ikki er so løgi.
-Umstøðurnar eru barasta ikki til hetta í Føroyum. Tað finnist ein telducafé í Eysturoynni, men tað eru alt ov fáar til at kveikja áhugan fyri hesum spæli hjá øðrum ungum fólki, sigur Heini.

Rímiligan møguleika
Hóast hetta er fyrstu ferð, at teldusnillingarnir úr Føroyum fara til eina kapping, so halda teir, at teir hava ein rímuligan møguleika at gera seg galdandi í tí ovara endanum.
-Tá ið vit spæla móti millum annað bretum á teimum ymsu lanunum, so klára vit okkum rímuliga væl. Nógvir av hesum spælarum eru innanfyri topp tjúgu á heimsstyrkilistanum, so tað skuldi ikki staðið heilt illa til hjá okkum, sigur Heini.
Men teir taka tað ikki so tungt, um teir nú fara úr kappingin í fyrsta umfari.
-Vit eru á byrjunarstøði, og vit koma at spæla móti góðum og vælroyndum liðum. So vit taka tað fyrst sum eitt upplivilsi, sigur Heini.
Umframt Heina, eru Bjarni Jacobsen, Pætur í Breckmann, Rógvi Nielsen og Sunleiv Christiansen við á liðnum, ið teir kallað Teamno1. Spælið, teir spæla, eitur Counterstrike, har tað ræður um at skjóta hini liðini niður. Um fólk hava huga at fylgja við, hvussu tað gongur Teamno1 hetta vikuskiftið, kunnu tey síggja teldukappingina á donsku sjónvarpsrásini, DK4.