Hálv millión á Stones-konsert í Havanna

Rolling Stones skrivaði tónleikasøgu langa fríggjadag

Langa fríggjadag spældi amerikanski rockbólkurin Rolling Stones eina risastóra konsert á Cuba.

Umframt at tað hevur verið púra óvanligt við konsertum av hesum slagi í Cuba, er hetta eisini fyrstu ferð, at Rolling Stones spælir í oyggjalandinum í Karibia.

Sambandið millum Cuba og USA, sum hevur verið ísakalt síðani kollveltingina í 1959, er við at taka seg spakuliga uppaftur. Amerikanski forsetin, Barrack Obama, hevur júst verið á vitjan á Cuba, og nú gjørdist rockkonsertin við Rolling Stones enn ein varði á leiðini.

Umleið ein hálv millión fólk vóru til konsertina við tí fyrr bannaða tónleikinum.